Isis bumbað eftirlitisstøð uttanfyri Bagdad

2016-07-13 19:15 Author image
Alda Nielsdóttir

Átta eru deyð, og minst 23 løstaði, eftir at ein sjálvsmorðbumba brast norðanfyri Baghdad, í landslutinum al-Rashidyia. Tað veit tíðindastovan Al–Jazeera at siga.

Sjálvmorðsbumban brast í einum bili, sum bumbumaðurin koyrdi inn í eftirlitisstøðina.

Tað er bert ein dagur síðan, at ein onnur sjálvmorðsbumba kravdi tólv mannalív á einum marknaði í sama landsluti.

Bagdad er í serstøðu, eftir at tvær sjálvmorðsbumbur kravdu meira enn 300 mannalív 3. juli í ár. Tann bumban var tann ógvusligasta í trettan ár. 

Orsakað av, at tað hava verið so nógvar bumbur seinastu tíðina, hevur USA boðað frá, at tey senda fleiri hermenn til Irak at hjálpa Irakisku stjórnini at basa ISIS. 

Keldur: 

Iraq: ISIL claims deadly checkpoint attack near 

IS Claims Another Suicide Bombing in Baghdad Suburb  

  

 

  

placeholder

Meira langlesnaður