Íslendski forsetin kemur til Føroya

2017-04-05 13:39 Author image
Sigmund Vang

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, koma til Føroya á almenna vitjan 15. til 19. mai. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Í juni 2016 fekk Guðni Th. Jóhannesson flestar atkvøður til íslendska forsetavalið og gjørdist alment íslendskur forseti 1. august í 2016.

  

 

Meira langlesnaður