Ísland er víðari í EM

2016-06-22 18:49 Author image
Dimma

Ísland skoraði eitt avgerandi mál í síðsta sekundi, so at teir vunnu 2-1. Harvið hevur Ísland í sínari fyrstu roynd í einum endaspæli tryggjað sær at spæla í 8. partsfinaluni. Eitt ótrúligt bragd er eydnast. Landið við einans 300.000 fólkum hevur sett stórar tjóðir til viks og er komið víðari.

Teir íslendsku leikararnir skriva søgu, hvørja ferð teir spæla, og nú fáa teir ein dreymadyst. Úrslitið ger, at Ísland skal spæla 8. partsfinaluna móti Onglandi, har fleiri íslendskir spælarar hava gjørt um seg millum ár og dag. Tað kundi næstan ikki verið betur. Mótstøðan kann tykjast ræðandi, men tað er neyvan nakað, sum kann ræða íslendsku garparnar.

Ísland hevði annars úr at gera, og leikararnir vóru ógvuliga troyttir til endans. Teir vardu seg sum rættir víkingar allan seinna hálvleik, og teir brúktu øll tey vápn, sum teir høvdu.

Ísland legði seg á odda við máli, sum Bøðvardsson skoraði í fyrra hálvleiki. Ísland var betra liðið hendan hálvleikin, og Eysturríki, sum skuldi vinna, vísti ikki, at tað kundi hótta Ísland. Eysturríki fekk tó møguleika at javna fyri hálvleik, men teir brendu brotssparkið, sum eisini var heldur tunt.

Í seinna hálvleiki var Eysturríki væl betri, og kreftirnar hjá Íslandi skuldu veruliga standa sína roynd. Allan seinna hálvleik vardi Ísland manniliga tann javnleikin, sum eisini hevði fingið teir víðari. Men tað var vandamikið, tí ein ósigur merkti au revoir til Frakland á hesum sinni.

Og so hendi tað, sum gjørdi hetta ævintýrið mest sum fullkomið fyri Ísland. Tá ið Eysturríki blakaði alt fram í doyggjandi sekundunum, fekk Ísland bráddliga eitt mótálop langt inni í yvirtíðini.

Ísland vinnur bóltin, og Theó­dór Elm­ar Bjarna­son rekur í fullari ferð á einum hálvum vølli fyri seg sjálvan. Hann fer heilt fram í brotsteigin, har hann finnur innskifta Arn­ór Ingva Trausta­son við handaru stong, og hann setir bóltin trygt í netið. 2-1 og ævintýrið er fullkomið.

Alt Ísland er á gosi, og teir 30.000 íslendingarnir í Fraklandi - 10 prosent av øllum íslendska fólkinum - eru í sjeynda himni.

placeholder

Meira langlesnaður