Franskur ferðamaður deyður í Íslandi

2016-07-14 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir

Ein franskur ferðamaður varð funnin deyður í Sveinsgili tíðliga í morgun. Tveir menn vóru farnir til gongu í fjallalendinum í Íslandi, og ein var áhalsin og datt oman í eina á. Streymurin í ánni tók hann undir eitt fjall av ísi, og tað gekk illa at fáa mannin út aftur, hóast bjargingartænastan royndi síðani klokkan sjey um kvøldið í gjár. 

Maðurin, sum var við deyða manninum á fjalli, megnaði at fáa telefonsamband og ringja til bjargingartænastuna, sum var á staðnum innanfyri ein tíma. 

Ongin veit enn, hvør maðurin er, men arbeitt verður við málinum. 

Kelda: 

Göngumaðurinn látinn  

  

   

placeholder

Meira langlesnaður