Alt Ísland á gosi - dysturin vístur á stórskíggja í Vágsbotni

2016-06-14 14:37 Author image
Dimma

Klokkan átta í kvøld rennur stóra stundin upp, tá ið Einar Gunnarsson og Christiano Ronaldo fara at taka í hondina á hvørjum øðrum. Nakað soleiðis skrivar Morgunblaðið í Íslandi, har alt er á gosi.

Handartakið millum liðformenninar Gunnarsson og Ronaldo er byrjanin til tann fyrsta dystin nakrantíð hjá Íslandi í einum endaspæli. Ísland og Portugal spæla EM-dyst  í Fraklandi á Geoffroy Guichard leikvøllinum í Saint-Étienne. Vøllurin tekur 42.000 fólk, men tað ljóðar at nærum eins nógvir íslendingar eru farnir til Fraklands at stuðla sínum landsmonnum.

Tað hevur prutlað rættiliga leingi undir jøklunum í Íslandi, tí góðir níggju mánaðir eru gingnir, síðan Ísland tryggjaði sær rættin at luttaka í endaspælinum, og nú kókar tað veruliga. Bíðitíðin er av, og spenningurin er øgiligur á bygd og í bý, á Norður- og Suðurlandinum.

Íslendska landsliðið spælir, soleiðis sum íslendingar gjøgnum øldir hava klárað seg. Teir standa á egnum beinum, teir nokta at leggja seg niður, og teir berjast fyri tí. Teir trúgva upp á egnan mátt, og teir fara eftir tí, sum teir trúgva uppá. Tað er ikki altíð so polerað og bráðvakurt, men tað er effektivt. Hvør maður hjálpir til, tá ið verjast skal, og so eru fleiri, ið kunnu avgera, tá ið á stendur.

Fyri fýra árum síðan var Ísland nummar 131 á FIFA-styrkislistanum. Nú hevur Ísland sníkt seg fram um øll hini Norðurlondini og er nummar 34 á styrkislistanum. Talan er um eitt heilt ættarlið av fótbóltsspælarum, sum hava givið alt fyri at koma higartil. Sum blaðungir eru teir farnir heimanífrá at leika í størri og minni ligum í nánd og longri burturi. Teir gevast ikki á hondum. Og svenski landsliðsvenjarin Lars Lagerbäck, ið tvær ferðir hevur verið við í endaspæli við Svøríki, hevur givið leikarunum tað eyka samanhaldið og royndirnar, sum skulu til.

Eg var í Íslandi stutt herfyri, og har sæst spenningurin á hvørjum horni. Stórar myndir av landslið-leikarum prýða veggir, har íslendskar fyritøkur sum Landsbankinn og Síminn lýsa við "strákum okkara". Í handlum kunnu keypast klistrimerki, armbond og landsliðsbúnar við nøvnum frá hetjum. Og prátið í hvørjum heitum potti snýr seg um, hvørt tað man fara at ganga.

Sagt verður, at 30-40.000 íslendingar eru farnir til Fraklands at stuðla og eggja landsliðnum. Stórskíggi er eisini settur upp á Ingolfstorgi í Reykjavík, har tey, ið eftir eru, í felagsskapi kunnu stuðla sínum landsmonnum á sínari fyrstu ferð í einum endaspæli millum tey stóru. Í kvøld fáa vit so at síggja, um Eidur Gudjohnsen, Kolbeinn Sigthorsson and Gylfi Sigurdsson megna at gera tað, sum fá onnur enn íslendingar rokna við. Skuldi tað hend, at teir íslendsku víkingarnir knógva modellunum úr Portugal, so leggja teir allan heimin undir sínar føtur.

Og í Havn verður eisini gjørt nógv burturúr. Í samstarvi við Televarpið, Ljóðtøkni og Miðlahúsið setir Tórshavnar kommuna stórskíggja upp við Trappuna í Vágsbotni.

Boðað verður, at øll eru vælkomin oman á trappuna við íslendskum fløggum at síggja Ísland og Portugal á stórskíggja, tá ið liðini bresta saman kl. 20 í kvøld 14. juni. Ferðslan í miðbýnum er broytt nakað løtuna, dysturin verður leiktur.

Áfram Ísland!

  

placeholder

Meira langlesnaður