Veddingarfyritøkurnar geva ikki Íslandi stóran kjans

2016-07-03 16:49 Author image
Sigmund Vang

Torir tú at satsa, og dámar at vedda fótbólt, so er ein kjansur fyri at vinna fitt av peningi, um Ísland vinnur ímóti Fraklandi í fjórðingsfinaluni í EM-kappingini í kvøld, og tú hevur sett tínar pengar har. Danske Spil hevur odds 7, um Ísland vinnur – altso fært tú innskotið sjey ferðir aftur. Vinnur Frakland, fært tú innskotið 1,42 ferðir aftur. Ein javnleikur gevur odds 4,8.

Flestu stóru veddingarheimasíðurnar hava eisini sett odds 7 á, um Ísland vinnur. Millum annað Bet365, Ladbrokes og Unibet.

Um Frakland vinnur, hava flestu stóru síðurnar sett odds 4/9, sum svarar til odds 1,44.


Lesið eisini: Maradona: Ísland kann arga Frakland í kvøld

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður