Ísland aftur tryggasta ferðamannalandið

2016-09-04 15:25 Author image
Sigmund Vang

Institute for Economics and Peace valdi aftur í ár Ísland at vera tað landið í heiminum, har tað er tryggast at ferðast. Tað er annað árið á rað, at Ísland er ovast. Nummar tvey á listanum í ár er Danmark.

Eins og í nógvum øðrum førum, so eru Føroyar ikki við á slíkum listum, men tað er einki at ivast í, at Føroyar høvdu ligið rættiliga ovalega, um ikki ovast, um vit sluppu upp í part. Tað er nevniliga soleiðis, at stovnurin, sum ger listan, hevur 24 parametur, sum verða nýtt í dømingini – millum annað brotsverk, dráp, útreiðslur til hermannalið og yvirgangshóttanir og -atsóknir.

163 lond eru við á listanum, og tað landið, har tað er ótryggjast at ferðast í løtuni, er í Sýria.

Top fimm yvir tryggastu og ótryggastu londini sær soleiðis út:


TRYGGAST

1.Ísland

2.Danmark

3.Eysturríki

4.Nýsæland

5.Portugal


ÓTRYGGAST

1.Sýria

2.Suðursudan

3.Irak

4.Afganistan

5.Somalia


Kelda: Politiken.dk

 

 

 

Meira langlesnaður