Ice-exit: Takk Ísland

2016-07-03 22:34 Author image
Sigmund Vang

Í kvøld var franski bitin ov stórur. Frakland vann uppiborið 5-2, men íslendska liðið fór als ikki av vøllinum við boygdum høvdi. Liðið stríddist á sama hátt sum vit hava sæð undanfarnu fýra dystirnar, og tey bæði málini ímóti Fraklandi í kvøld høvdu við sær, at Ísland hevur skorað í øllum sínum dystum í EM-endaspælinum ímóti mætum fótbóltstjóðum.

Tað eru ikki bara íslendingar sjálvir og føroyingar, ið hava havt gleði av at fylgt liðnum. Kring allan knøttin hava fótbóltsáhuga og onnur við varnast avbera góða avrikið. Takk fyri hesaferð Ísland. Tað var ein sonn uppliving.


Málini Frakland-Ísland, fjórðingsfinala, EM:

1-0: Olivier Giroud (12')

2-0: Paul Pogba (19')

3-0: Dimitri Payet (43')

4-0: Antoine Griezmann (45')

4-1: Kolbeinn Sigthorsson (56')

5-1: Olivier Giroud (59')

5-2: Birkir Bjarnason (84')

  

placeholder

Meira langlesnaður