Íslendingar fegnast um føroyska stuðulin

2016-06-15 10:00 Author image
Dimma

Fleiri íslendskir miðlar hava lagt til merkis, at føroyingar gjørdu fitt burturúr, at grannarnir í útnorði spældu sín fyrsta landsdyst í einum endaspæli í fótbólti.

Bæði Morgunblaðið og Vísir halda, at tað var stórt at síggja føroyingar sýna so stóran áhuga. Miðlarnir hava myndir frá Vágsbotni, har skipað varð fyri sýning av dystinum á stórskíggja.

- Íslendska landsliðið fær stóran stuðul víða um heimin, og har eru okkara frændur í Føroyum einki undantak. Fjølment var í miðbýnum, og sum sæst, vóru grannar okkara glaðir um úrslitið og fegnaðu væl og inniliga, tá ið dómarin bríkslaði dystin av í kvøld, skrivar Vísir millum annað.

Morgunblaðið skrivaði somuleiðis frá hendingini, har eini 300 fólk savnaðust í Havn. Á Ingolfstorgi í Reykjavík vóru túsundtals fólk savnað at fylgja íslendska landsliðnum.

Næsti dysturin hjá Íslandi verður leygardagin kl. 17 móti Ungarn. Ungarn vann óvæntað á Eysturríki í fyrsta dystinum og er á odda í bólki F.

placeholder

Meira langlesnaður