Íslendsk saga skrivað í Fraklandi

2016-06-14 21:52 Author image
Dimma

Íslendingar skoraðu eitt søguligt mál, og teir fingu eitt søguligt stig, tá ið teir spældu sín fyrsta dyst nakrantíð í einum endaspæli. Frábært!

Tá ið Nani legði Portugal á odda í fyrra hálvleiki, vóru tað helst nógv sum væntaðu, at tað fór at enda við sigri til liðið við einum tí besta fótbóltsspælaranum Ronaldo á odda. Men sum ikki einaferð, noktaðu íslendingar at gevast. Teir stríddust áhaldandi, hvør maður rann og royndi, og teir trúðu upp á egnan mátt til síðsta bríksl.

Hóast íslendingar vóru við undirlutan í spæli, so vóru teir ongantíð úr dystinum, og teir høvdu sínar møguleikar. Og tá 50 minuttir vóru farnir, hendi tað, sum vit øll vónaðu. Eftir frálíkt innlegg úr høgru frá Jóhann Berg Guðmundsson heilfluktaði Birkir Bjarnason bóltin í málið við innarusíðuni. Og so var tað, sum steðgaði alt upp eina løtu.

Rómurin var øgiligur, og tað tóktist sum íslendingar fingu eyka megi at berja seg gjøgnum restina av dystinum. Ronaldo hevði onkran stóran møguleika, sum málmaður íslendinga Hannes Þór Halldórsson bjargaði. Og nú var tað, sum at søgan longu varð skrivað frammanundan.

Tá ið Christiano Ronaldo skjeyt eitt síðsta fríspark í íslendska mannfólkamúrin, floytaði dómarin dystin av. Og so ýldi íslendski frásøgumaðurin við restunum av overvaðu røddini: "Tað er buðið, tað er buðið!" Ísland skrivaði søgu, og líkt er til, at teir veruliga kunnu gera tað óvæntaða og koma víðari úr bólki F, nú teir byrjaðu við einum stigi í fyrsta dystinum.

Føroyingar gjørdu sítt til at stuðla sínum frændum, tá ið nøkur hundrað fólk savnaðust í Vágsbotni og róptu "áfram Ísland". Lagið var gott, og tá ið íslendingar skoraðu, geltu rópini gjøgnum gomlu Havnina. Tað verður kanska endurtikið...

Eini 300 fólk vóru í Vágsbotni (Mynd: Tóri Rasmussen)

                                                                           

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður