Íslendski forsetin skal verja fólkið móti politikarum

2016-06-08 09:16 Author image
Dimma

Alt bendir á, at Guðni Thorlacuis Jóhannesson verður nýggjur forseti í Íslandi, tá ið íslendingar fara á val tann 25. juni. Men ein tann fremsti serfrøðingurin í íslendskum politikki, torir kortini ikki at siga enn, at hann fer at vinna.

- Tað er hent so nógv í íslendskum politikki seinastu tíðina, at ein torir ikki at siga nakað, sigur Baldur Tórhallson, tá ið Dimmalætting spyr hann, um hann torir at siga, at Guðni Thorlacuis Jóhannesson verður næsti forsetin.

- Tað skal henda nógv, um Guðni skal missa hesa stóru føringina, sum hann hevur í veljarakanningunum, leggur hann kortini afturat.

Baldur Tórhallson er professari og deildarleiðari á Stjórnmálafrøðideildini á Háskóla Íslands. Hann sigur valið vera serstakt hesaferð, tí so nógv er uppií forsetavalinum. Panama-gølan hevur rakt fleiri politikarar, Ólafur Ragnar Grímsson umhugsaði at stilla uppaftur, hóast hann legði frá sær, og David Oddson, fyrrverandi forsætisráðharri stillar upp til forseta.

Kortini er tað óskrivaða politiska blaðið Guðni Thorlacuis Jóhannesson, sum hevur størstu undirtøkuna enn. Guðni hevur fingið heilt upp í 65 prosent í onkrari kanning.

- Hann hevur ikki luttikið í politikki fyrr, sigur íslendski eygleiðarin, tá ið hann verður spurdur, hví Guðni Thorlacuis Jóhannesson er so nógv fremst. Harvið sigur hann eisini nakað um, hvat álit íslendingar hava á politisku skipanina í løtuni.

Júst har hevur forsetin fingið eitt ávíst vald. Hann kann onkursvegna verja tað íslendska fólkið móti óreiðiligum politikarum.

- Sessurin er ein vernd hjá fólkinum móti Altinginum, tí nú kann Altingið ikki samtykkja uppskot, um so er, at forsetin metir tey vera so týdningarmikil, at tey skulu til fólkaatkvøðu, sigur Baldur Tórhallson.

Hetta er serliga Ólafi Ragnari Grímssyni fyri at takka. Forsetin, sum nú fer frá, noktaði í 2010 at skriva undir eina lóg, sum Altingið hevði samtykt, og uppskotið var tá sent til fólkaatkvøðu, har fólkið feldi uppskotið. Við at luttaka aktivt í politikki, broytti forsetin sín egna sess.

Nú er sessurin ikki longur einans ein symbolskur sessur, men ein sessur, har ið forsetin hevur tað vald, sum hann í veruleikanum hevur fingið tillutað í stjórnarskipanini, men sum ikki vanliga hevur verið brúkt.

Lesið meira um íslendska forsetavalið her

placeholder

Meira langlesnaður