Íslendska fótbóltssambandið harmast um rasistiska mynd

2016-07-07 12:52 Author image
Jákup Højgaard

Íslendska fótbóltssambandið KSÍ leggur nú eftir Danskernes Parti. Stríðið er um eina samansetta mynd, sum Danskernes Parti legði út fyrr í vikuni av íslendska landsliðnum saman við eini mynd av myrkum fronskum landsliðsleikarum. Myndin sipar til, at íslendska landsliðið umboðar Europa meðan franska liðið hoyrir heima í Afrika. 

KSÍ harmast um, at íslendski fótbóltsrómurin verður settur í samband við Danskernes Parti. Á heimasíðu síni, sigur KSÍ at íslendska fótbóltssambandi arbeiður miðvíst við ørðum evropeiskum fótbóltsmynduleikum um at basa rasismu í fótbólti, men leggur afturat, at enn er langt á mál.

- Fótbóltur eigur at sameina okkum og ikki splitta okkum í sundur, sigur KSÍ á heimasíðu síni. 

Íslendska fótbóltssambandi hevur biðið Danskernes Parti um at taka myndina niður og heitir á fólk um at melda myndina á Facebook.

Meira langlesnaður