Íslendska sensatiónin heldur áfram

2016-06-27 21:50 Author image
Dimma

Fyri løtu síðan brendu ensku leyvurnar seg av íslendskari grótbræðing. Ensku stjørnurnar fingu bara ikki pláss at spæla, og hvørja ferð Rooney, Vardy ella Sterling vóru um at skræða seg leysar, kom ein gróthørð takkling og steðgaði teimum.

Ongland legði seg á odda við brotssparki í fjórða minutti, og so hildu tey flestu, at hatta var tað. Íslendska ævintýrið mátti eisini enda. Og tað var flott at koma til 8. parts finaluna. Men íslendska kollektivið leggur seg ongantíð niður, og longu tveir minuttir seinni sparkaði Ragnar Sigurðsson bóltin í málið eftir langt innkast, ið var longt. Í 19. minutti hendi tað óhugsandi, sum nógv hava droymt um; Sightórsson skorar til 2-1, og fagnaður fekk ongan enda - úr Reykjavík umvegis Tórshavn til Nice.

Restina av dystinum royndi Ongland at javna, men íslendingar stóðu sum reystir klettar dystin á tamb. Og í veruleikanum vóru íslendingar nærri við at økja, tá ið teir koma í enska brotsteigin, enn Ongland var við at javna.

Les eisini: Brexit og toskakríggj í Nice

Tað bleiv aftur til eitt Brexit í Onglandi. Og Ísland heldur áfram at taka allan heimin á bóli og er millum tey átta bestu londini í Evropa. Nú manglar bara, at Hekla fer at goysa.

placeholder

Meira langlesnaður