Íslendskur fótbóltsfepur í Vágsbotni

2016-06-22 15:36 Author image
Dimma

- Elskaðu íslendingar. Í dag geva vit alt, sum í okkum býr. Allir sum ein. Inní í stovunum, á barrunum og inni á vøllunum. Áfram Ísland!

Soleiðis sigur íslendski miðverjin Ragnar Sigurðsson í einari dagføring á Instagram í dag. Og vit kunnu kanska leggja afturat: “Og á trappuni!”

Tí nú íslendingar klokkan 17 skulu spæla sín lagnudyst, fáa føroyingar aftur møguleikan at fylgja frændunum í útnorði í teirra stemban eftir at spæla seg víðari í EM-endaspælinum. Stórskíggin er aftur settur upp til dystin í Vágsbotni, og óivað fara nógvir føroyingum oman at stuðla, nú teir skulu hitta Eysturríki í avgerandi dystinum.

Íslendingar skulu helst vinna dystin, fyri at koma víðari úr bólki F. Ungarn hevur fýra stig, Ísland og Portugal hava tvey stig, og Eysturríki hevur eitt stig. Nummar eitt og tvey koma víðari, men harafturat koma fýra av teimum seks liðunum, ið enda nummar trý í bólkunum, víðari – og so er ein javnleikur helst nóg mikið hjá Íslandi. Men Eysturríki hevur eisini ein sigur at spæla fyri, tí tað kann geva teimum víðari luttøku.

Hin norðurlendska tjóðin, Svøríki, skal vinna sín dyst móti Belgia í kvøld, vilja teir víðari. Svøríki hevur einans eitt stig, og tí hava sviar veruliga ryggin móti múrinum, áðrenn dystin í kvøld. Bara ein sigur er nóg mikið hjá Svøríki.

Veðrið er gott, og tí er lítil ivi um, at nógv fara oman í Vágsbotn at stuðla íslendska landsliðnum í kvøld. Vit siga bara sum hini: Góða eydnu Ísland!

placeholder

Meira langlesnaður