Italia er lýst í undantaksstøðu

2016-08-26 11:09 Author image
Dimma

Italia er lýst í neyðstøðu í teimum ringast raktu økjunum, nú 100-tals jarðskjálvtar hava rakt landið.

Enn ein jarðskjálvt hevur rakt italska býin Amatrice í morgun. Skjálvtin er máldur til 4,7 á Richter-stiganum. Amatrice er tann býurin, sum er harðast raktur av jarðskjálvtanum. Eisini í gjár var ein eftirskjálvti við býin; tann skjálvtin var um 4,3.

Stóri jarðsskjálvtin mikudagin rakti umleið 75 kilometrar sunnan fyri Perugia, og 100 kilometrar frá Rom. Harðast raktu býirnir eru Accumoli, Amatrice, Potsa og Arquanta del Tronto. Einir 500 eftirskjálvtar eru taldir, har tann ógvsuligasti hevur verið 5,1 á Richter.

Higartil eru 267 fólk deyð í jarðskjálvtanum. Tey flestu vóru í býnum Amatrice, har 193 fólk eru deyð. Eini 2500 fólk búgva í býnum, sum er kendur fyri sínar gomlu bygningar. Hildið verður at hundraðtals søguligir bygningar hava fingið skaða.

Yvir 200 fólk eru fingin upp úr húsaleivdunum á lívi, men nú vikna vónirnar at fáa fleiri upp livandi. Nú verður dentur lagdur á at hjálpa teimum yvir 1200 heimleysu í økinum. Nógv av teimum yvirlivandi hava sovið í bilum og tjøldum uttan fyri býin.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður