Italia loyvir samkyndum parlagi

2016-05-12 14:05 Author image
Dimma

Samkynd í Italia kunnu ganga saman í skrásett parlag. Hetta gjørdist greitt mikudagin, tá ið Italska tjóðartingið samtykti lógina. 

Sostatt er Italia tað síðsta av teimum stóru londunum í Vesturevropa, ið nú alment gevur sína viðurkenning til pør av sama kyni til kennar í lóggávuni.

Lógin hevur verið ávegis síðan 2013, men hevur møtt harðari politiskari mótstøðu, ikki minst í katólska umhvørvinum. Samstundis halda teir felagsskapir, ið stríðast fyri rættindunum hjá samkyndum, at lógin ikki er nóg víðgongd, tí hon ikki gevur samkyndum somu rættindi sum hinskyndum pørum.

Skrásetta parlagið í Italia hevur við sær, at samkynd pør kunnu arva hvønn annan, men hinvegin skrásettir makar ikki ættleiða børn hjá sínum maka.

Lógin verður tulkað sum ein varði fyri mannarættindunum í Italia, men samstundis siga stríðsfólkini, at hetta bara er byrjanin.

- Hetta er ein hátíðardagur, har Italia hevur tikið eitt stórt stig á leiðini, segði italski forsætisráðharrin Matteo Renzi, sambært Ritzau, beint eftir endaligu atkvøðugreiðsluna í tinginum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður