Ítróttarfelagið Svanur økir um virksemið

Ítróttarfelagið Svanur økir um virksemið

2017-07-04 10:38 Author image
Innsent

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri menningartarnað í Eysturoy, tekur nú enn eitt stig, fyri at økja um virksemið í felagnum.

- Frá í heyst verður svimjing ein fastur partur av venjingarskránni hjá okkum, sigur Hendrik Olsen, nevndarformaður í Svani. Higartil hevur felagið havt ítróttargreinarnar boccia og fótbólt, og arbeitt verður støðugt við at kunna bjóða fleiri ítróttargreinar.

- Vit kundu hugsað okkum, at tað gekk skjótari við at fáa aðrar ítróttargreinar upp at standa, men vit muga bara ásanna, at hetta tekur tíð,” sigur Hendrik Olsen. Nevndin í Svani leggur stóran dent á, at venjingarnar sum eru, skulu vera væl skipaðar við føstum tíðum og venjarum.

- Hetta er neyðugt, tá talan er um íðkarar, sum eru menningartarnaðir,” sigur Hendrik Olsen.

- Komandi vetur fer felagið at skipa fyri regluligari svimjing í Leirvík og møguliga eisini á Toftum. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvør fer at venja svimjararnar, men felagið hevur samband við tveir royndar venjarar. Nærri verður lýst seinni á heimasíðu felagsins (www.svanur.fo), nær venjingarnar verða.

placeholder

Meira langlesnaður