Ivan Eginsson Eysturland: Vladimir er ein víðgongd klovn

2016-05-27 09:27 Author image
Dimma

- Hetta skal als ikki takast í álvara. Eingin tekur mannin fyri fult.

Politiski eygleiðarin Ivan Eginsson Eysturland, sum er føddur og uppvaksin í Moskva, er púra ivaleysur. Skelkandi tíðindini um, at ein russiskur topp-politikari hevur heitt á russiska forsetan Vladimir Putin um at bumba eitt land, sum kundi verið Føroyar, hava einki upp á seg.

Talan er um Vladimir Zhirinovsky, formannin í russiska flokkinum LPDR, sum kom við áheitanini í einari beinleiðis sending russiskum sjónvarpi.

- Hann kemur ofta við løgnum útsagnum. Hetta er ikki sterkari enn vanligt, sigur Ivan Eginsson Eysturland og nevnir sum dømi, at russiski floksformaðurin einaferð í beinleiðis sjónvarpskjaki bað sín lívverja skjóta mótstøðumannin.

Tað er eitt sindur ringt at siga, hvør Vladimir Zhirinovsky er. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og dugir eina rúgvu av málum. Hann arbeiddi í sovjetsku fregnartænastuni sum ungur, og hann fekk longu síðst í Sovjet-tíðini loyvi at stovna flokkin Liberal Democatic Party of Russia, sum hann einsamallur stýrir.

- Vladimir Zhirinovsky er einasti sterki maðurin í flokkinum; eingin annar politikari røkkur honum til kníggja. Flokkurin hevur sínar veljarar, og tey droyma um Russland sum eitt imperium. Hann verður ofta sagdur at vera høgravíðgongdur, men flokkurin er hvørki høgra- ella vinstravendur. Hann meinar í veruleikanum einki, men hann er víðgongdur, og Zhirinovsky loypir ofta framav, greiðir Ivan Eginson Eysturland frá.

Hóast hann ikki hevur veruligt vald, so hevur Vladimir Zhirinovsky havt eina politiska starvsleið, sum onnur kunnu droyma um, og hann hevur eitt nú verið varaformaður í russisku dumaini, tjóðartinginum í Russlandi.

- Hetta er eitt spæl, og Zhirinovsky er eitt slag av einari klovn í tjóðartinginum. Fýra flokkar eru í russiska parlamentinum, men tað er flokkurin hjá Putin, sum hevur alt valdið, og so spæla hinir við. Vladimir Zhirinovsky er bara har, fyri at tað skal síggja út, sum Putin hevur eina andstøðu, men tað er ikki veruligt, sigur Ivan Eginsson Eysturland.


LES EISINI: PUTIN BIÐIN UM AT BUMBA FØROYAR?

   

  

placeholder

Meira langlesnaður