Ivasamur klædningur brúktur til stór virki

Ivasamur klædningur brúktur til stór virki

2017-07-01 19:18 Author image
Georg L. Petersen

9. juni brendi Varðin Pelagic á Tvøroyri og fimm dagar seinni brendi íbúðarháhúsið Grenfell Tower í London – felags fyri báðar bygningarnar var, at klædningurin innihelt sama slag av skúmplasti, sum skuldi bjálva. Og helst eru fleiri stórir nýggir bygningar í Føroyum gjørdir úr sama tilfari – hetta er ikki trygt sambært Arbeiðis- og brunaeftirlitinum.

Blaðmaður: – Er tað trygt at byggja verksmiðjur upp við sonevndum sandwich-panelum, við eini bjálvandi kjarnu úr skúmplasti?

Leivur Persson: – Eg havi spurt meg fyri á stovninum, og greiða svarið er nei, tað er ikki trygt.

Í hesum mánaðinum brendi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri í grund, og nakrar dagar aftaná brendu eini íbúðarháhús, Grenfell Tower, í London – felags fyri báðar bygningar var, at teir vóru klæddir víð líknandi tilfari, sum føroyski brunamyndugleikin longu í 2012 gjørdi vegleiðingar um, tí talan var um vandamikið tilfar.

– Tilbúgvingarstovnur Føroya gjørdi eina vegleiðing longu í 2012, hvussu bjálvingartilfar úr til dømis selluplast/polystyrene/EPS skuldi handfarast. Hetta var nakað stovnurin gjørdi av sínum eintingum, tí illgruni var um, at bjálvingin ikki var handfarin rætt og kundi vera vandamikil, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Tað er ivasamt hvussu nógv henda vegleiðing varð tikin í álvara, men hon er rættiliga greið, og vísir til gomlu KBB99 reglugerðina, sum ásetti, hvussu bygningar skuldu byggjast brunaliga forsvarligt. Á nýggjárinum fór henda reglugerð úr gildi, tá nýggja bygningsreglugerðin tók við.

Ein sandwich-klædningur er ein liðugt bjálvaður klædningur, har bjálvandi evni verður lagt millum tvær stál- ella aluminiumplátur. Hetta er lætt og skjótt at arbeiða við, og neyðugt er ikki at bjálva umaftur, tá veggirnir eru settir upp – hon er líkasum innbygd. Tað ber eisini til at hava skúmplast millum tvær betongplátur, og tað er vanligt í byggielementum í dag. Tað ber eisini til at brúka annað tilfar enn skúmplast at leggja ímillum, millum annað mineralull, sum ikki brennur – men tá er talan um eina væl dýrari loysn, sum heldur ikki er líka løtt at arbeiða við.

Lesið meira í blaðnum, sum er í sølubúðunum

placeholder

Meira langlesnaður