Val 2016: Stórar avbjóðingar av tunlinum

2016-09-06 10:18 Author image
Sigmund Vang

Bilferðslan í Føroyum er farnu hálvu øldina vaksin við miklari ferð, og við bilunum komu eisini krøvini um tunlar og fleiri og betri vegir. Í 1975 vóru 6.500 bilar í Føroyum. Í dag eru teir um 30.000 í tali.
Í Havn gongur sjón fyri søgn, at bilarnir krevja sítt pláss. Parkingsmøguleikarnir eru ikki góðir, og trýstið á innkomuvegirnar er øgiligt, tá ferðslan er mest um morgunin og seinnapartar.
Ferðslan verður ikki minni, tá tunnilin um Tangafjørð verður liðugur í 2019. Higartil hevur tó verið atgerðarloysi, tá tað snýr seg um at finna loysnir á økinum.
Væntandi var, at tunnilsmunnin fór at vera nær Sundi, og ætlanin var tí at leggja nýggjan innkomuveg oman ígjøgnum Hoyvíkshagan og vestureftir.
Hetta kollveltist alt, tá linjuføringin fyri tunnilin kom undan kavi. Nú kemur hann ikki upp nærhendis Sundi, men beint norðan fyri Hvítanes.
Verður úrslitið, at øll ferðslan framvegis fer oman eftir Hvítanesvegnum, er lítið at ivast í, at ferðlsupropparnir kunnu gerast mangir, og parkeringsviðurskiftini í býnum verða ikki frægari.
Aftrat hesum avbjóðingunum kunnu væntast umhvørvislig og trivnaðarlig afturstig í býnum. Floymurin av bilum fer at hava bæði meira os og gang við sær. Trygdin kann lættliga eisini versna.
Her krevst, at Tórshavnar kommuna og Landsverk beinanvegin seta seg saman at lýsa og viðgera tær avbjóðingar, sum eru fyri framman. Nakrir hissini vegastubbar eru í Hoyvíkshaganum við brúm, sum peika út í tóman heim. Nú er stundin komin at taka avgerðir um at binda hetta saman onkursvegna.
Hvør, ið gjalda skal, er eisini ein spurningur. Í Runavík ætlar borgarstjórin ikki at lata Tunnilsfelagið sleppa undan at gjalda ein veg, sum førir tunnilsferðsluna út um bygt øki har.

Hjá okkum er harðliga brúk fyri einum innkomuvegi aftrat Hvítanesvegnum, sum jú eisini fer at koma undir økt trýst av størri virksemi á Eystaru bryggju.
Niðri i býnum ber til at gera parkeringshús og parkeringstunlar á eitt nú Skálatrøð og við Kongabrúnna.
Alt skal ganga skjótt í dag, og øll skulu hava so stuttan veg aftur og fram sum gjørligt. Men vit og skil mugu eisini fylgja við, nú stórar útbyggingar verða framdar.

Tjóðveldi tekur hetta málið upp við fyrsta høvi.

placeholder

Meira langlesnaður