Jákup Zachariassen: Nú geri eg tað sum eg tími

2016-05-19 12:59 Author image
Sigmund Vang

Vit eru í stóra reyða húsinum á krossinum Grønlandsvegur-Krosslíð í Havn. Her er lív í. Uppi á renna fólk runt og taka sær av virkseminum hjá fyritøkuni Repro-Z, meðan tónleikabólkurin Chase tekur upp í upptøkuhølunum í kjallaranum. Jákup Zachariassen, sum eigur bæði grafisku fyritøkuna Repro-Z og JakZak hølini í niðastu hæddini er sum vanligt eitt sindur tvíbýttur millum grafikk og tónleik. Fólk eru komin á fund, og tey sessast uppiá, men Jákup kann ikki halda sær og biður tey bíða sær eitt bil. Síðani loypir hann niður í kjallaran fyri at vita, hvussu tað gongst við innspælingunum. Niclas Johannesen frá Chase sigur, at ein dobrosolo hevði riggað ótrúliga væl akkurát her. Jákup kann ikki halda sær. Hann tekur dobroina og setur seg at spæla. Tað gongur skjótt, og tað er eisini neyðugt. Nakrar minuttir seinni reisir hann seg. Hann umber seg, og sigur at hann hevur fólk sitandi uppiá, sum bíða eftir sær. Men innspælingin er fín og kemur við á útgávuna hjá rokkbólkinum.

Jákup greiðir stillisliga frá um lívið sær. Vit eru í Kriss-Stuff studio í Hoyvík. Tað eru 16 ár síðani, at Jákup gjørdi av at steðga á. Hann var komin til eitt vegamót, og mátti velja, um hann vildi arbeiða seg í senk ella broyta lívsstíl og koma víðari. Hann valdi lívið.

- Soleiðis var tað tá. Eg arbeiddi so at siga dag og nátt, og tað kundi ikki annað enn ganga galið upp á ein ella annan máta, greiðir hann frá.


Virdur

Virðing. Tað er tað, sum fólk hava fyri Jákupi, tá tú nevnir hansara navn. Hann er nærlagdur og fyrikomandi, smílandi og jaligur. Og so er tað tónleikurin. Tað finst eingin føroyingur sum spælir so nógv ljóðføri sum Jákup. Harafturat er hann ein av bestu tónleikaframleiðarum í landinum og dugir eisini væl at skriva tónleik. Men tá tú hittir hann, er tað sum at hann slett ikki veit av, hvussu dugnaligur hann er.

Tónleikurin var eisini viðføddur. Hann kom bara av sær sjálvum, og tað er kanska tí, at Jákup ikki hugsar um sínar gávur. Tá hann var seks ára gamal, spældi hann klaver ”við báðum hondum”, sum hann sigur.

- Vit høvdu klaver í Hvalba og orgul í Gøtu, og eftirsum pápi mín spældi og sang, so søkti eg tann vegin, fortelur Jákup.

Evnini mugu hava verið rættiliga stór, tí longu sum sjey-átta ára gamal kundi pápi Jákup murra eitt lag fyri honum, og so settist hann við tangentarnar í samkomuhúsinum í Gøtu og spældi, tá eingin annar var at spæla undir til møtini.

Sum árini liðu, løgdust onnur ljóðføri afturat. Gittar, bassur, floyta, horn og seinni steel-gittari, sum ikki er so lættur at hava við at gera.


Útbúgving má til

Tað var aftur pápin, sum var íblástur, tá vit hugsa um ta yrkisleið, sum Jákup endaði við at fáast við í nógv ár, áðrenn tað kom ov nógv ferð á. Pápin Zacharias Zahariassen fekst millum annað við at skriva og prenta, so tað var upplagt hjá Jákupi at nema sær útbúgving sum grafikari, ella reprofotografur, sum tað tá æt. Eftir tvey ár í Danmark kom hann heim aftur í 1989 og fór beinanvegin í holt við egið virki. Tað mentist skjótt, tó at tað komu ringar tíðir, sum kravdi nógv tey fyrstu árini.

- Eg haldi ikki, eg betalti mær sjálvum løn úr felagnum tey fyrstu trý árini, minnist Jákup.

Men so kom kom verulig gongd á. Uttan at hugsa so nógv um tað, vaks talið á starvsfólkum. Tá tey vóru flest, vóru tey 20 á grafisku deildini, umframt at nógv virksemi var í kjallaranum í upptøkuhølunum. Í upptøkuhølunum var tó einki fast starvsfólk, tí Jákup kláraði tað mesta sjálvur.


Misti dóttrina

Síðst í 90-árunum bleiv tað ov nógv. Jákup svav javnan á skrivstovuni ella í upptøkuhølunum í kjallaranum. Hann arbeiddi alla tíðina, og tað mátti ganga galið. Hann byrjaði at missa javnvágina. Tað byrjaði at mala fyri honum. Ein dagin, hann bar dóttrina út í bilin, misti hann hana á vegin. Og tað var tað, sum skuldi til fyri, at hann dugdi at síggja, at tað var okkurt, sum ikki var heilt rætt. Hann søkti sær hjálp hjá lækna og bleiv innlagdur – tó bara eitt samdøgur.

- Læknarnir søgdu, at eg slappaði heilt av, tá eg svav, men tá eg var vakin, fór alt upp at koyra, greiðir Jákup frá.

Ein stór strika bleiv síðani sett í lívssandin. Jákup gjørdi av í 2000 at venda aftur til sín barnadreym um at liva av tí, sum hann hevði so inniligan áhuga fyri: Tónleikin. Fyrst blivu 80 prosent av grafiska virkinum seld. Jákup var framvegis partaeigari, men arbeiddi ikki sjálvur. Nøkur ár seinni seldi hann endaliga sín part, tó at hann fekk tilboð um at gerast partur av Nema-samtakinum, sum var komið upp í leikin.


Áhugin drívir verkið

Aftan á 2000 hevur Jákup gjørt tað, sum hann hevur hug til, tó at tað av og á hevur kravt, at hann fór frá ljóðførunum og tøkniligu knøttunum, so hann kundi fáa tankarnar upp á pláss og eisini forvinna sær nøkur eyka oyru. Millum annað hevur hann verið til skips nakrar ferðir.

- Tað er fantastiskt at sleppa til skips eina tíð. Tá tú arbeiðir við at framleiða og skriva tónleik allan dagin, kann tað henda, at tú missir íblásturin. Tá er gott at fáa frið í sálina eina tíð, so íblásturin kann koma aftur, og tað ger hann, um tú ert á sjónum í eitt tíðarskeið. Eg vóni eisini, at eg fái tann møguleikan av og á í framtíðini, sigur Jákup.

Aftaná 2000 hevur Jákup gjørt sær tað til ein lívsstíl at arbeiða við tí, sum hann tímir. Hann er somikið heppin, at hann sleppur at liva av sínum frítíðarítrivi ella hobby, og tað er væl tað, sum øll droyma um, sum hann sigur. Og at liva av tónleikinum burturav, hevur givið honum tann frið, sum skuldi til.

- Eg havi ongantíð havt nakað mál í lívinum sum so. Eg havi bara altíð viljað gjørt tað, sum eg trívist við, men eg dugi eisini at síggja, at tað at kunna gera tað, sum ein vil, er eitt slag av máli í sær sjálvum, og tað er tað, eg nú geri, greiðir Jákup frá.


Nashville

Tó at countrytónleikur ikki er tann, sum Jákup sjálvur hevur lurtað mest eftir í sínum lívi, so er hann sum frá líður blivin ein týdningarmikil lutur. Tey, sum kenna eitt sindur til Jákup og hasara virksemi seinnu árini, seta hann ofta í samband við Nashville og countrytónleik, og tað er eisini so, at Nashville og countrytónleikur telur nógv í lívinum hjá Jákupi, men ikki alt.

- Tað byrjaði við, at Sanna (konan, red.) og eg fóru til Nashville í 1989 í sambandi við eina upptøku hjá Alexi Bærendsen. Har fingu vit góð sambond, sum vit hava hildið upp á síðani, greiðir Jákup frá.

Nashville setti seg eisini somikið fast í sinnið á parinum, at tey tvey ár seinni blivu gift í countryhøvuðsstaðnum, so sambandið við býin og tónleikin er nakað heilt serligt.

Aftaná at Jákup var í Nashville, hava aðrir føroyingar fingið sambond tann vegin, og tað hevur millum annað havt við sær, at fleiri áhugaverd tiltøk og konsertir við amerikonskum countrytónleikarum hava verið í Føroyum. Millum annað skal kendi sangarin og sangskrivarin Larry Gatlin, ið millum annað hevur skrivað tónleik til Elvis, spæla á Reinsarínum leygarkvøldið 6. februar. Jákup hevur einki við hesa konsert at gera, men konsertin er kortini ein avleiðing av tí sambandi, sum Jákup fekk við fólk í Nashville í 1989.

Ein tími í Kriss-Stuff studio í Hoyvík er farin. Kristoffer Mørkøre, tónlistarligi makkarin hjá Jákupi, er komin við góðum kaffi og mjólk útí, og nú er tíð at sleppa sær avstað aftur, so teir kunnu fara aftur til arbeiðis. Tíðin er flogin avstað, og soleiðis er ofta, tá mann er í høli saman við fólki, ið geva einum nakað. Og kanska er tað júst tað, sum er allarstørsta styrkin hjá lítlillætna Jákupi Zachariassen: Hann fær fólk til at kenna seg væl, tó at hann ikki sigur so nógv.

(Greinin um Jákup Zachariassen varð upprunaliga prentað í Dimmalætting í januar 2016)

placeholder

Meira langlesnaður