Børn skulu vita um javnstøðu

2016-06-09 12:44 Author image
Dimma

Javnstøðunevndin fer at bjóða starvsfólkum í øllum vøggustovum, barnagørðum og dagrøktarpedagogum kring landið eitt ókeypis skeið í at arbeiða við kyni og javnstøðu í barnagørðum, vøggustovum og líknandi.

Skeiðið tekur útgongustøði í faldaranum Barnagarðar við plássi fyri pippiprinsum og sjórænaraprinsessum. Undirvísari og fyriskipari av skeiðinum er Maud Wang Hansen, pedagogur.

Sambært § 7 í javnstøðulógini skal frálærutilfar og uppaling barna samsvara javnstøðuhugsjónini um, at munur ikki skal gerast á fólki vegna kyn. Mangt verður grundlagt tíðliga í uppvøkstrinum, herundir fatanir av kynsleiklutum, og tískil hevur tað stóran týdning, at starvsfólk, ið eru um børnini, eru tilvitað um, hvussu tey eru við til at mynda tey.

Javnstøðunevndin hevur tikið stig til at fáa faldaran umsettan úr donskum. Faldarin kann nýtast sum ein íblástrarvegleiðing til at gerast meira tilvitað um, hvussu pedagogar og onnur kunnu arbeiða við kyni og javnstøðu.

Ætlanin er at byrja skeiðsrundferðina seinast í august í ár

placeholder

Meira langlesnaður