Vetrarjazzur byrjar í dag

2017-01-23 09:25 Author image
Sigmund Vang

"Vetrarjazz 2017" fer av bakkastokki í dag, mánadag, og fer at seta sín dám á Havnina alla vikuna.

Byrjað verður við open mic/open stage í Reinsarínum og síðan verður annars farið á ferð í spælistøðum og jazz tónleiki. Umframt Reinsaríið verða konsertir í Norðurlandahúsinum, Kaffihúsinum, Hvonn, Sirkus, SMS og Havnar Kirkju.

Vetrarjazzurin endar eins og vanligt við konsert á Reinsarínum leygarkvøldið, har vit fara at hoyra Tjant, sum góvu fløgu út í fjør, Blue Coat Brass Band og nýggja bólkin Skaravan, sum fer at spæla jazz standards o.a. í SKA stíli.

Tað er ongantíð ov tíðliga at byrja at lurta eftir jazzi og tískil verður sjálvandi eisini okkurt fyri børnini – framtíðarinnar jazztónleikarar og áhoyrarar. Sunnudagin kl 15.00 framføra skemtararnir, søgusigararnir og tónleikararnir Fívlar í Norðurlandahúsinum.

Vetrarjazzur fagnar føroyskum jazztónleikarum og gevur teimum ein pall at framføra teirra tónleik. Nógvur nýggjur tónleikur verður framførdur og nýggir bólkar verða gjørdir til høvið. Flestu konsertirnar eru ókeypis, men til tær fáu sum kostar tað eitt sindur.

Sum altíð fær Vetrarjazzur vitjan úr útlondunum. Í ár kemur m.a. navnframa Gunnar Halle Kvartett at framføra tvær konsertir – eina í Reinsarínum fríggjakvøldið og eina í Norðurlandahúsinum leygardagin. Gunnar Halle Kvartett spælir tónleik, sum ferðast millum sjangrur við vøkrum løgum og eini leitan eftir nýggjum ljóðum. Kvartettin fer eisini at hava eina verkstovu fríggjadagin har teir saman við luttakarunum fara at spæla sær við alt frá vøkrum ljóðum til larm.

Vetrarjazzur endar 29. januar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður