Jóanes Erik Køtlum farin til arbeiðis

Mynd: Kvf.fo

Jóanes Erik Køtlum farin til arbeiðis

2018-01-03 13:37 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyri jól fekk Jóanes Erik Køtlum starvið, sum forstjóri fyri sjúkrahúsverkið í Føroyum. Í gjár fór hann til verka.

Hann er forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum og umframt tað er hann eisini stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann fer at virka sum evsti stjóri fyri umleið 1100 fólk, ið starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Sambært KvF, fer Jóanes Erik Køtlum at nýta fyrstu dagarnar uppá, at seta seg inn í ymsu viðurskiftini hjá sjúkrahúsverkinum, tað vil siga leiðslu, fíggjarviðurskifti, teir ymsu deplarnir og deildirnar. Hann fer eisini at vitja Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús.


placeholder

Meira langlesnaður