Nýtt stórverk eftir Jóanes Nielsen

2016-08-24 09:20 Author image
Dimma

- Tað merkir m.a. at okkara fiskivinna og samfelagið sum byggir á vinnuna, er sera viðbrekið, og júst tað er kjarnin í leikinum Havfrúgvin. Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

Soleiðis sigur Jóanes Nielsen um nýggja leikin HAVFRÚGVIN, sum hevur heimspremeru á Tjóðpallinum 17. september.

Hetta er triðja stórverkið eftir Jóanes Nielsen, ið verður nú verður pallsett. Í 2001 framførdi Gríma ”Eitur nakað land weekend?”, ið seinni vann Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina og í 2009 var leikurin ”Aftaná Undrið” framførdur á Tjóðpallinum.


Eitt dygdargott listalið

Leikstjóri er Eyðun Johannessen, og hann hevur verið eisini verið ráðgevi hjá Jóanesi í sambandi við leikritið. Afturat sær hevur hann hesuferð eitt heilt serstakt toymi av royndum, ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum.

Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Tónaskaldið Jens L. Thomsen ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum stendur fyri videoupptøkum. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni, og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.

Leikarar eru Annika Johannessen, Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen umframt Høgni Olsen og Eyð Matras, sum fyrstu ferð eru at síggja á Tjóðpallinum.

 

placeholder

Meira langlesnaður