Prosaisturin Steintór Rasmussen

2017-01-16 13:27 Author image
Dimma

Meiri enn nakar annar í okkara tónleikaverð, hevur Steintór Rasmussen givið teimum nýggju Føroyum huglag og skap. Men tað er ikki nøkur nýggjheit, tað vita tey umleið 10.000 fólkini, sum ognaðu sær eitt nú Frændur II, tann tíð tað var. Meiningarnar eru ymiskar um mannin sum sangara, men sum lagasmiður og skald telist hann millum okkara frægu. Á so nógvum økjum hava Føroyar verið vælsignaðar við undangongufólki, sum eiga hesa serligu magnetismu at draga til sín gávaði og eldhugaði fólk. Steintór er ein teirra. Innan føroyskt teatur hava vit Eyðun Johannesen, innan málfrøði og bókaútgávu Jonhard Mikkelsen, og í nógv ár var myndahøggarin og grafikarin Janus Kamban ímyndin av Listaskálanum.  

 

Við bókini "Deyðin fer í bindiklubb" roynir Steintór seg sum skaldsøguhøvund. Høvundurin lýsir býin Norðvík gjøgnum eyguni á nøkrum kvinnum seinast í tredivu-árunum. Lesarin verður kunnaður um teirra barn- og ungdóm, og tá tær sum tannáringar byrja at ganga í bindiklubba hjá hvørji aðrari. Bindiklubburin er eisini ramman um skaldsøguna, og júst tað hugskotið gevur verkinum tann neyðuga frásøgustrukturin. Man kann siga, at høvundans uppgáva hevur verið at hongt upp á skaldsøgurammuna, tað sum hevur týdning fyri frásøgnina.

Tær fyrstu hálvfjers ella fýrs síðurnar eru eftir mínum tykki eyðkendar av ov nógvum tilsipingum og óviðkomandi tankagóðsi, ja, stundum er skrivingarlagið so mikið sjuskut, at tað hoyrir heima í pappírskurvini.

Vit læra at kenna tann sympatiska løgreglumannin Jákup á Trom, men eg má siga sum er, at eg havi torført at taka arbeiðið hjá løgregluni í Norðvík fyri fult. Drápsrannsóknirnar eru sera trilvandi, fái meg illa at trúgva, at løgreglan har norðuri kann vera so óstrukturerað. Og tá eg skrivi løgreglan har norðuri, er tað tí, at tað er lítið at ivast í, at Norðvík og Klaksvík er sami býur.

Nakrar ferðir setti eg mær spurningin, hví forlagið ikki hevði biðið høvundan umskrivað tær fyrstu hálvfjers, fýrs síðurnar. Men so kendist tað, sum hevði høvundurin skrivað seg heitan, tí brádliga opnar forteljingin seg. Um Mari Mei tekur høvundin til, at hon báði kundi tosa sum fossurin, og tiga sum bergið. Nú kendist tað, sum Steintór Rasmussen umsíður tagdi, og lat skaldsøgufigurarnar yvirtaka pallin.

Serliga lýsingin av drápskvinnuni Tarinu er væl úr hondum greidd. Gjøgnum kursiveraði tekstabrot kemur hennara serstaki og óhugnaligi karakterur til sjóndar. Hon hevur lisið Statskultur & Hälsa á universitetinum í Stockholm, og intellektuelt er hon væl fyri. Humanistiska útbúgvingin er sera væl vald, tí móti teirri bakgrundini hevur høvundin gott rásarúm at menna hennara ófrættakenda karakter.

Hin dripni Hallvin er somuleiðis væl lýstur. Umframt at hava neyðtikið Tarinu, tá hann var 19 ára gamal, er hann stalkari, hevur elt hana í nógv ár, og tí hann kennir nøkur av hennara loyndarmálum, sum illa tola dagsins ljós, fær hon ikki meldað hann til løgregluna.

Høvundin hevur gott eyga fyri teimum sosialu sambondunum sum menna ein persón, men eisini sambondunum sum bróta niður persónar. Lýsingarnar eru ósentimentalar, og hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann viðger árinið frá religiónini.

Sum bókin útviklar seg, gerst tað týðiligt, at Steintór Rasmussen er ein góður forteljari, og hevur potensiali at gerast uppaftur betri. Hann evnar kynstrið at fáa ta breiðu forteljingina at blóma og at hanga saman.

Úr einum stílistiskum sjónarhornið haldi eg ikki at "Deyðin fer í bindiklubb" er serliga áhugaverd, og enn minni er talan um nakað nýbrot. Men tað eru tær fægstu bøkur sum eru nýbrot, og hugsar man bókmentasøguliga, hevur nýbrotið verið mett sum ein ónolla. At vera trúgvur móti siðaarvinum merkti í gomlum døgum, at man kjálkaði seg so tætt sum møguligt upp móti teimum undanfarnu, sum til bar. Tann hugsanin broyttist avgerandi við modernismuni. Nú skulu øll vera so heilt ógemeina orginal, høvundar, sum ganga eftir væl tráddum gøtum niðan á tindarnar, standa ikki høgt í metum. Man kann siga, at "Undir suðurstjørnum" eftir Gunnar Hoydal var eitt føroyskt nýbrot, og somuleiðis "Ó" eftir Carl Johan Jensen, annars eru nýbrotini fá í tali.

 

Hóast man hevur eitt toliligt yvirlit yvir tær útkomnu føroysku bøkurnar, so er tað avmarkað, hvussu nógvar av teimum man fær stundir at lesa. Eg visti, at sjálvævisøgan "Lívið er mítt listaverk" eftir Steintór Rasmussen kom úr í fjør, og hon telist millum tær ólisnu bøkurnar, ella taldist. Tí at "Deyðin fer í bindiklubb" tiltalaði meg, fekk eg eisini hug at lesa sjálvævisøguna, og tað má eg siga, her er talan um eina bók sum beinanvegin hugtók.

Edvard Fuglø hevur prýtt verkið við nøkrum og tjúgu tekningum, og so hevur hann gjørt báðar montagurnar við bóks byrjan og lok. Og eitt, sum báðir klaksvíkslistamennirnir hava felags, er alskurin til tað episka. Layoutið er framúr, og hugskotið er helst, at bókin skal vera sum eitt fotoalbum at blaða í. Myndirnar eru av hansara nærmastu, eisini av vinaskaranum og teimum fólkum, sum listamaðurin hevur samstarvað við hesi seinastu 30 árini. Og onki er spart. Gott pappír, stórt format, og so tekstirnir, ið umfata báði poesi og prosa. Vit fylgja høvundanum frá barnaárum og fram til 2015. Tó er tað ikki soleiðis, at høvundin liggur á sofuni hjá Freud og fortelur um síni innastu loyndarmál. Politiskt er heldur ikki so nógv at heinta frá manninum, sum í 80unum gav friðarrørsluni tónar og orð. Hann skrivar um fólk, sum hava havt týdning fyri seg og sína menning, serliga Hellen Heinesen, lærari við HF skúlan, og ikki minst Nolsøe brøðurnir Rani og Eyðun. Eisini ósemjurnar í Frændum skrivar hann um.

Sum bókin líður, er tað sum tekstirnir fáa eitt meiri spyrjandi yvirbragd. Høvundin undrast og reflekterar, og tað ger man eisini sum lesari.  "Lívið er mítt listaverk" er ein av teimum bókunum sum man hevur hug at drýggja sær, møguliga at taka hana fram nú og tá, lesa tvær ella tríggjar síður, og so seta hana inn aftur á hillina.

Júst tað spyrjandi huglagið fekk meg at hugsa um "Profetin" hjá Kahlil Gibran. Ikki tí bøkurnar líkjast, meira tí at markið millum spurningar og svør ofta er so kámt. Nú veit eg ikki, um Steintór hevur profetaambisjónir, tað er ikki óvanligt, at gløggir og erligir høvundar hava tað.

Steintór skrivar um beiggja sín Páll, av nógvum kendur sum drykkjubjólgur, og sum slíkur doyði hann sum bara 53 ára gamal. Men maðurin var ikki altíð niðurundirkomin. Steintór gloymir ikki tey árini, tá bróðurin var ein ungur og viðkvæmur maður, og høvundanum líkt, dokumentarar hann sítt uppáhald við at prenta eina frálíka og sára tekning, sum Páll teknaði í '89 (s. 265). "Í fleiri ár trúði eg, at Páll Rasmussen fór at verða tann nýggi málarin í Grótinum.", skrivar Steintór. Grót-tilsipingin er til tað sera orginalu listakvinnuna Frida Zakariassen, sum var fastur at brøðrunum.

 

Í  2004 fekk Steintór tríggjar mánaðar løn úr Mentunargrunni Landsins. Maðurin, sum hevur skriva flestu løgini og yrkingarnar til Frændir, somuleiðis stigtakarin til Kular Røtur og ein langan hala av barnasangum, Studio Pegasus, ímyndin av Summarfestivalin í Klaksvík, og onnur tiltøk, sum hava ríkað okkum lívið, fyri tað lat nevndin honum tríggjar mánaðir. Er tað nakar, sum hevur gjørt seg verdugan til trý ára legatið og at fáa Mentanarløn Landsins, so er tað hin frægi og fjøltáttaði listamaðurin Steintór Rasmussen.

(Greinin stóð í Dimmalætting 30. desember 2016)

  

  

placeholder

Meira langlesnaður