Framsýning við Joel Cole: Ein heimur úr viði

2016-05-08 13:52 Author image
Dimma

Joel Cole hevur altíð havt áhuga fyri nattúruni. Ein lítil partur av honum er indianari, og tað er kanska ein av orsøkunum til, at hann altíð hevur livað í tøttum tilknýti til natúruna og tí, sum hon gevur. Upprunaliga kemur Joel úr býnum Shakopee – sum er indiansk navn – í statinum Minnesota í USA. Seinnu árini hevur hann tó búð í Føroyum, og er eftirhondini líka nógv føroyingur sum amerikanari, tó at eingi beinleiðis ættarbond stava higani.

 

Vandi oyggjaleikalandsliðið

Joel Cole, sum er 48 ára gamal, kom til Føroya fyrstu ferð í 1986. Upprunaliga hevði hann søkt um at sleppa til Danmarkar, sum skiftisnæmingur. Tá hann hevði fingið játtan fyri, at hann slapp á skúla í Danmark, fekk hann at vita, at ein av teimum 13 amerikonsku skiftisnæmingunum í hópinum kundi sleppa til Føroyar. Tríggir søktu, og Joel fekk kjansin.

- Tað var eg ómetaliga glaður fyri, sjálvt um eg absolutt einki kendi til Føroyar, men eg vildi gjarna sleppa til eitt fjarskotið natúruvakurt stað, og tað skal eg lova fyri, at eg kom, sigur Joel.

Í Føroyum gekk Joel í 2.g á Kambsdali og sigldi ímillum, tí hann endaði við at búgva í Klaksvík hjá einari familju, sum tók sær sera væl av honum. Tøtt sambond blivu knýtt, og familjan er framvegis ein stórur partur av lívinum hjá honum.

Tá Joel kom til Føroya, hevði hann vant tíggjudyst í frælsum ítrótti í USA í nøkur ár, og tað frætti onkur. Endin var, at heitt var á Joel um at koma at venja frælsa oyggjaleikalandsliðið. Sambandið við skúlafelagarnar á Kambsdali, familjuna í Klaksvík og frælsu ítróttina skaptu eitt somikið sterkt tilknýti til Føroyar, at eingin vegur var aftur, um mann so kann siga. Og tó at Joel hevur búð aftur í USA í fleiri umførum, so endar hann altíð aftur í Føroyum, her hann nú býr fast saman við føroysku konu síni.

 

12 tons av viði

Áhugin fyri tí skapandi hevur Joel altíð havt, men tað var ein serlig hending í 1997, sum setti ferð á hansara arbeiði við trælist. Ein ódn gjørdi av við heili 70 prosent av teimum stóru trøunum í heimbýnum Shakopee og har á leið, og tá Joel hoyrdi, at myndugleikarnir bara ætlaðu at samla brotnu trøini saman og antin brenna tey ella tyrva tey, byrjaði hann at samla. Hann fekk hendur á nógvum viði og brúkti fleiri ár um at samla, saga og turka. Áhugin vaks, og hann fekk eisini býtt um við við fólk í øðrum statum. Áðrenn hann flutti aftur til Føroya í 2010, hevði hann samlað yvir 30 tons av ymsum viði. Tilsamans meira enn 60 ymisk sløg. Við sær til Føroya tók hann 12 tons, sum hann síðani hevur arbeitt við, og tað eru verk úr hesi stóru mongd, sum fólk kunnu uppliva í Østrøm frá leygardegnum.

 

Brúkslutir og list

Joel Cole arbeiðir bæði við at framleiða brúkslutir, so sum borð, skeribrettir, skálir og stakar, men visuellu listarligu lutirnir, sum taka støði í tí, sum træið sjálvt sigur einum, eru teir sum fylla mest á framsýningini. Og tá tú spyrt Joel, um hann er handverkari ella listamaður, er hann ikki í iva.

- Tað, sum eg arbeiði við, er list. Eg veit, at tað eru fólk, sum kanska hava torført við at góðtaka, at lutir úr viði kunnu vera list, men soleiðis havi eg tað slett ikki. Viðurin er eitt fantastiskt tilfar at arbeiða við, tá man fæst við list, tí hann talar til tín á ein heilt serstakan hátt, og burturúr tí samanrenningini ber til at skapa, sigur hann.

Framsýningin er opin frá 7. til 14. mai (10.00 til 17.30)

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður