Rabarban uttan vín

2016-05-05 00:00 Author image
Dimma

Ulladukkan, Kaptain Kitler og tey hjá G!

Góðsligu eyknevnini hjá farnum havnarborgarum koma javnt og samt frá Jørleifi Kúrberg, tá ið vit spakuliga spáka millum skot og tún í gamla býarpartinum úti á Reyni í Havn.

Lions Club Tórshavn hevur júst útnevnt Jørleif Kúrberg til Ársins Havnarborgari 2016 fyri sítt arbeiði at kunna um elsta býarpartin í høvuðsstaðnum. Hann hevur tikið stig til at fáa sett skelti á gomlu húsini, og sjón fæst fyri søgn, tá ið vit síggja nøvn sum Guttastovu, Uppi í Knútsstovu og Ovara Kina.

Kendast man Jørleif tó vera fyri sínar søgur. Og tær tróta heldur ikki í dýrdarveðrinum hendan fyrrapartin. Men hvørja ferð, søgurnar veruliga fáa bit og brodd, skundar hann sær at siga:

- Hetta er “off the record”!

Tað er ikki tí, at søgurnar ikki tola dagsins ljós, at hann biður meg leggja pennin, men tær eru líkasum ætlaðar at vera millum forteljaran og tann, sum lýðir á. Tað hevði helst verið torført at endurgivið kortini, tí evnini at siga frá eru hendinga góð.

- Mær dámar bara væl at fortelja. Tað snýr seg um at gera tað livandi og at liva seg inn í tað, sum tú fortelur. Tá ið eg sigi søgur, so verða tær oftast kryddaðar við eitt sindur av skemti, og hesar smáu søgurnar um fólk og lív eru øgiliga væl dámdar, sigur Jørleif, sum óttast fyri, at frásøgukynstrið er um at fara í gloymibókina.


Rabarban gjørdist lærari
Jørleif Kúrberg er uppvaksin í Rabarbukvarterinum í Havn. Pápin er føddur í Nólsoy, mamman er av Nesi, og eg eri 100 prosent havnarmaður, sigur hann skemtandi.

Tey bygdu hús á Heygsbreyt, og børnini í hesum grannalagnum vóru bara kallaðar rabarbur. Grannalagið fekk navn eftir teimum mongu børnunum, og tá ið Jørleif var smádrongur, hava verið oman fyri 170 børn í grannalagnum, taldu tey einaferð.

­- Tað var ótrúliga gott at vera rabarba. Tað var eitt øgiligt lív í. Ein kona segði einaferð, at vit rabarbur vóru sum systkin, bara betur, og vit hálsfevnast enn, tá ið vit hittast. Men hetta var eisini eitt grannalag, sum onnur børn máttu ikki vágaðu sær inn í, tá ið myrkrið kom, sigur Jørleif.

Sjálvur gjørdi hann ongum ilt, tí mamman, sum hevði eyknevni “Generalurin”, vildi ikki lova honum við í ólevnaðin. Jørleif var tó við í grannakríggjunum, sum vóru fyrr, og tey vóru ikki tespilig.

- Eg havi einaferð gjørt eina gerð, sum kundi gingið heilt galið. Eg tveitti eitt spjót, og tað vildi so illa til, at tað stiklaði og rakti ein drong við annað eygað. Hann fekk skaða og endaði á sjúkrahúsinum. Mamma fekk tað at vita, og hon var ikki blíð. Eg bleiv sendur út til hansara við onkrum góðum, men  eg má viðganga, at eg gav sjúkrasystrini tað, tí eg tordi ikki inn til hansara, sigur Jørleif.

Hin drongurin og hann gjørdust væl kortini og hava mangan síðan tosað um hendingina. Lagnunnar speisemi vildi, at tað netupp var hesin drongurin, sum gjørdi, at Jørleif gjørdist lærari størsta partin av lívinum.

- Hann bleiv lærari í Norðradali, og tá ið hann gjørdist sjúkur einaferð, bleiv eg vikarur fyri hann. Hóast eg ikki var 20 ár, dámdi mær so ómetaliga væl í Norðradali, at eg gjørdist lærari sjálvur.


Skil í nonnunum
Jørleif Kúrberg var lærari í Nonnuskúlanum í samfull 32 ár. Sankta Frants skúli veik frá hinum skúlunum í býnum, hann var strangari, og Jørleif heldur sjálvur, at nonnurnar hava skapt ein framúr góðan skúla fyri býin og børnini.

- Tað var skil í, stutt sagt. Stjórarnir føldu nakað fyri skúlanum, og tað sæst aftur enn. Hóast skúlin varð bygdur í 1934, so sæst ikki slit á honum, og tú hoyrir onki um blámusopp. Børnini sluppu ikki inn í skóm ella ulpu, og tey fingu ábyrgd at halda skúlan. Børnini vandu seg við tað, og tey gjørdust góð við skúlan, sigur Jørleif, sum tó viðgongur, at strangi skúlin ikki hóskaði øllum næmingum líka væl.

Tá ið vit seta okkum inn í Kaffihúsið í Vágsbotni at práta, er beinanvegin onkur, sum Jørleif kennir. Hann heilsar uppá og tekur í hondina á einum fyrrverandi næmingi og familju hansara, og tey práta eina løtu. Kvinnan, sum ger kaffi og borðreiðir, er útlendsk og er eisini ein av teimum, sum hevur fingið undirvísing í føroyskum frá Jørleifi.

- Eg kenni ótrúliga nógv fólk, tí eg havi undirvíst so nógv og so leingi, sigur Jørleif, sum altíð hevur verið serstakliga væl umtóktur millum næmingarnar. Eg havi verið lærari eftir einari reglu: Ert tú góður við næmingarnar, verða teir eisini góðir við teg, og so gongur alt sum eftir ánni.


Edrúur kyndilsmaður
Kyndilslogin brennir sterkur í hjartanum hjá Jørleifi, sum var málmaður í nógv ár á besta liðnum hjá Kyndli. Jørleif var eyðkendur málmaður, fimur og leikaði nógv í, tá ið dystir vóru leiktir, og hann var partur av einum liði, sum vann nógv gull til felagið.

Kyndil spratt úr Losjuni í Havn, og Jørleif hevur verið fráhaldsmaður alt lívið.

- Losjan hevði sera stóran týdning fyri Kyndil. Vit vóru øll vinfólk í Kyndli, og vit savnaðust í Losjuni. Hilmar Joensen, lærarin í Nólsoy, segði einaferð, at “helvtin av meistaraheitunum í Kyndli eru vunnin yvir eina lagkøku.” Og tað er nakað um tað, sigur Jørleif.

Tað var heilt tíðliga, at Jørleif avgjørdi ikki at smakka sær á, tí hann vildi nakað við sínari ítrótt, og serliga tá ið hann spældi hondbólt niðri í Danmark við MK31 og fyrrverandi stórfelagnum Ajax, undraðust tey á føroyingin, sum ikki drakk øl; men tey virdu hann samstundis fyri tað.

- Eg havi altíð kunnað verið í veitslu og skemta mær uttan, og í Kyndli hildu vit alkohol burtur frá tí ítróttarliga. Losjan var sum eitt annað heim fyri okkum, har var nógvur dansur, skemt og spæl, og veitslurnar í Losjuni vóru tær bestu – uttan at nakar var ávirkaður, so tað ber væl til, sigur Jørleif.

Onkur hevur kallað Jørleif fyri ein lunkaðan B36’ara, tí hóast hann hevur spælt við árstalsfelagnum í Havn, so sæst hann javnan til heimadystirnar hjá HB.

- Eg eri enn B36’ari, men eg eri fyrst og fremst havnarmaður!


“On the record”
Hóast Jørleif fyllir 75 næstu ferð, so hevur hann framvegis nógv um at vera.

- Eg havi ikki tíð at vera pensjónist, sigur hann.

Hann er javnan ferðaleiðari kring landið, og hann vísir útlendingum, bygdafólki og havnarfólkum runt í gomlu Havnini, har tey fáa hvør sína útgávu av rundsýningini. Hann hevur stóran tokka til Havnina og fólkini, sum hava búð her, og nú er líkt til, at allar søgurnar eisini koma øðrum til góðar.

- Tá ið eg síðsta vetur hevði kvøldskúlaskeið, fortaldi eg mest tær stuttligu søgurnar úr Havnini. Alt varð tikið upp, alt er borðbært, og nú fari eg at savna myndir til tær ymsu søgurnar. Sprotin ætlar eisini okkurt og er við at savna ymiskt av mínum saman, so tað hevði verið óalmindiliga stuttligt, um tað kom út.

Parkeringsvørðurin er farin at skimast í Vágsbotni, og tykkara útsendi noyðist at fara, nú bilurin hevur staðið tann loyvda tíman. Jørleif spyr, hvar bilurin stendur, og eg peiki og mutli “har yviri”.

- Ná, undir Jomfrúbakkanum, sigur Jørleif á sínum eyðkenda havnarmáli. Eg má heldur fara ein rundtúr við Jørleifi nakað skjótt og læra eitt sindur um mín egna bý.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður