Jógvan Arge pellar um Musikkskúlan

2016-08-18 11:01 Author image
Dimma

Musikkskúlin er raðfestur so frammalaga, at vit í løtuni arbeiða við at snikka seinastu smálutirnar til. Okkara umsiting er við at granska smálutirnar í detailprosjektinum, og so verður klárt at bjóða skúlan út. Eg rokni við, at skúlin verður boðin út um mánaðarskiftið.

Men tað er rætt og slætt ósatt, tá Jógvan Arge førir fram, at "at 100-tals børn og ung við góðum tónleikagávum og teirra lærarar ikki fáa betri umstøður". Jógvan Arge veit væl frá arbeiði í mentamálanevndini, at bíðilistin als ikki er so stórur og at skúlin júst hevur fingið nýggja upptøkureglugerð og tilmeldingarskipan.

Veruleikin er haraftrat, at bygging av musikkskúlanum einki hevur við bíðilistan at gera, ella sagt øvugt: bíðilistin verður ikki burtur, um og tá musikkskúlin verður bygdur.

Um bíðilistin skal burtur, so mugu setast fleiri lærarar, tað merkir, at tað er raksturin hjá kommununi og Mentamálaráðnum, ið skal tryggja, at fleiri børn fáa lut í musikkskúlaundirvísingini.

Og tá Mentamálaráðið hevur lagt lok á raksturin, tað vil siga ikki økir virksemið, so verður trupulleikin bara verandi, við ella uttan nýggjan skúla, væl at merkja, um ikki kommunan sjálvboðið skal átaka sær allan útreiðsluvøksturin.

Vit hava sett pening av til Musikkskúlan seinastu árini, og í verandi fíggjarætlan - sum Jógvan Arge heldur ikki atkvøddi fyri - eru avsettar 10 miljónir aftrat. Tað merkir, at vit longu sum er hava helmingin av kostnaðinum tøkan.

Fáur lýgur meira enn helvtina. Men Jógvan Arge veit betur og átti tí at hildið seg til sannleikan.

 

placeholder

Meira langlesnaður