Tá Astrup lumpaði Jan Lamhauge

2016-05-25 09:43 Author image
Dimma

KVF sendi í gjárkvøldið eina sending um eitt tap og í tí sambandinum ein skattafrádrátt, sum Eik hevur havt.

Astrup hevur eftir øllum at døma sett seg í samband við allar miðlarnar, men har bara Jan Lamhauge og Barbaru Holm lótu seg brúka, og har Astrup slapp at skuldseta Eik (stjóran og nevndarformannin) fyri einki minni enn at hava framt skattasvik fyri kr. 90 mió .

Sum grundarlag førdi hann fram, at Finansiel Stabilitet sum kautionistur (garant) hevði goldið kr. 514 mió. fyri tap í gamla Eik, men at núverandi Eik av órøttum og við sviki, royndi at trekkja hetta tap frá í skattskyldugu inntøkuna.

Søgan var ov “góð” til at spurnartekin kundi setast við tað, sum Astrup segði, og ivaleyst hevur Astrup við útvaldum egnum notatum og skjølum roynt at prógva pástandin, so gloypibitin virkaði.

Veruleikin er bara tann, at tað, sum Astrup sigur, er lygn og beinleiðis ósatt, tí Finansiel Stabilitet hevur einki goldið sum kautionistur (garant), og um Jan og Barbara høvdu vilja skilt málið og sett seg inn í tað, so fóru tey í krovið á Astrup, fyri at hava villeitt tey, men nú roynir Jan Lamhauge í sendingini at vassa longur út, og er eftir øllum at døma við at drukna sum journalistur og við at missa alt trúvirði, nú hann er blivin kampagnujournalistur fyri ein gamlan/súran  uppmærksomheitssøkjandi fyrrverandi stjóra. Jan og Astrup saman fáa í morgun eisini senditíð í DR, so 4. statsvaldið er nú partur(mótpartur) í málinum.  

Søgan er tann, at tá ið TF Holding skuldi lata boð inn til Finansiel Stabilitet um keyp av nýggja Eik, varð ein sonevnd “Due Diligence” kanning gjørd, sum m.a. eg var partur av. Eisini vóru Nota og Deloitte við í bólkinum og kannaðu serliga øll bankans viðurskiftir nágreiniliga, m.a. øll viðurskiftir mótvegis lántakarum.

Sum eg minnist, vórðu øll millumverandi í bankanum, størri enn kr. 2 mió. ella kr. 5 mió. gjøgnumgingin.

Okkara kanning var liðug primo desember 2010 og skuldi boðið uppá bankan latast inn í seinasta lagi 13. desember.

Mikudagin 8. desember 2010 var fundur á Hotel Føroyum, har leiðsla bankans – les Astrup – skuldi framleggja eina Management Presentation, sum leiðslan hevði framleitt til høvið, dagf. 7. desember 2010. Hetta var annars einastu ferð, at Astrup varð vístur fram í sambandi við keypstilgongdina.

Av hesum skjali frá Astrup er eginognin í nýggja Eik Banka 31. desember 2010 kr. 2.045 mió., ið stavar frá kontant inngoldnum partapeningi kr. 2.000 mió. og einum rakstrarvinningi í 4. kvartal , og

fyri 2011 fór eginpeningurin at vera 2.178 mió.

fyri 2012 fór eginpeningurin at vera kr. 2.322 mió.

fyri 2.013 fór eginpeningurin at vera kr. 2.475 mió.

Einki varð nevnt um at Finansiel Stabilitet longu 14. oktober hevur goldið kr. 514 mió. sum borgsmaður(garant) ella at kr. 514 mió ikki hoyrdu til nýggja Eik.

Vit vistu, at upplýsingarnar um eginognina neppa fóru at halda, tí vit ráðgevarar vóru komnir til í okkara DD kanning, at aktivini (útlán og ognir) í Eik allarhelst vóru væl minni verd enn tað, sum Astrup upplýsti.

Vit lótu okkum tí ikki lokka/lumpa av tí, sum Astrup legði fyri okkum, men undra okkum í dag yvir, at tað tap, sum Astrup og Jan Lamhauge nú siga longu var 14. oktober 2010, ikki varð upplýst í 2010, og ikki er blivið eitt mál fyrr enn nú Astrup allíkavæl skuldi úr nevndini!

Eitt boð um keyp av øllum partapeninginum í Eik - áljóandi kr. 2. mia - varð latið 13. des 2010, og sum skriva varð í boðbrævinum so varð lagt til grund atKapitalforholdene er uændret ift. information memorandum og managment presentation, således at der ikke siden er, eller vil blive udbetalt udbytte eller anden form for egenkapitaludlodning “.

Finansiel Stabilitet bað fíggjarligu ráðgevararnar hjá TF Holding um at koma á fund hjá Finansiel Stabilitet at greiða frá, hví boðið sá út sum tað gjørdi, og var hesin fundur beint fyri jól – haldi 21. desember 2010.

Restina av søguni kenna vit, nevniliga, at tá TF Holding yvirtók 70% av partapeninginum í Eik primo apríl 2011 fyri kr. 450 mio, og blivu partarnir samdir um,  at eginognin  tá var kr. 1.350 mio, t.v.s. at nýggi Eik hevði havt eitt tap uppá kr. 650 mió. og sum bleiv útreiðsluført yvir eginognina.

Áðrenn gamli Eik fór av knóranum, var virðið av aktivunum/niðurskrivingar ásett eftir neyvum kanningum, sum Fíggjareftirlitið hevði gjørt beint frammanundan, og hevur Finansiel Stabilitet um slíkar kanningar í einum rættarmáli á síðu 144 í tí dóminum m.a. ført fram, at “Finanstilsynet – som er offentlighedens “vagthund” og som antages at have den højeste ekspertise på området – så alså ikke behov for yderligere nedskrivninger”. Sannlíkt er tí, at Finansiel Stabilitet hevur handlað út frá teimum metingum um virðini í Eik, sum Fíggjareftirlitið og seinni kærumyndugleikin á økinum kom til í august/september 2010.

Nú TF Holding hevur keypt allan partapeningin frá Finansiel Stabilitet, so kann staðfestast, at Finansiel Stabilitet hevur mist stóran part av teimum kr. 2.000 mió., sum teir settu í nýggja Eik – ikki sum kautionistur (garant) – men sum partaeigari.  Tí er tað ósatt, sum Astrup hevur billað Jan Lamhauge og Barbaru Holm inn um at tapið var kautiónstap.

Skuldi tað passa, sum Astrup førir fram, so skuldi Finansiel Stabilitet goldið kr. 514 mió. inn í gamla Eik Banka. Tá so sølan til nýggja Eik fór fram 30. september 2010 kl. 23:59, høvdu aktivini framvegis verið kr. 11 mia., men nú við kr. 514 mió. meira sum kassapeningi. Men soleiðis er tað ikki gjørt. At hetta bara er formalia, sum “kloge Astrup” nevnir, so passar tað sjálvandi heldur ikki, men kanska er tað her, sum Astrup hevur fótin í klemmu mótvegis Finansiel Stabilitet. “Det gælder ikki om at have ret, men at få ret” sum Astrup plagar at siga, men í hesum málinum hevur Finansiel Stabilitet, hvussu so Astrup enn roynir, bara havt tap sum partaeigari, um enn tapið var stórt. Finansiel Stabilitet hevur eisini í “Afsluttende regnskab i h.t. lov om finansiel stabilitet” játtað at so er, tá ið teir nevna “ Tilsvarende er værdiansættelsen ved salg af 70% af aktiekapitalen i Eik Banki Føroya lagt til grund ved opgørelsen af forpligtelsen

Hvørt bankin hevur rætt til skattafrádrátt fyri tapið, sum ásannað er í nýggja Eik, mugu aðrir meta um, men tykist tað løgið, at tap uppá útlán og ognir í einum banka, ikki er vanligt rakstrartap, og hevur hesin spurningur einki við at gera hvussu stórt TFsamtakið er – øll mugu væl vera líka fyri skattalógini, Jan Lamhauge og Eik.

 Viðlagt skjal: Earnings improvement opportunities frá 7. december 2010

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður