Ongin ágangur á Havnina

2017-03-30 15:02 Author image
Sigmund Vang

- møguliga á økini úti um landið

Harmiligt at lesa “upprópið” frá meirilutanum í Tórshavnar býráði. Tann sum bara í evarska lítlan mun fylgir við veit, at onki er í hesum 

Sum í samfeløgum uttan um okkum, fara Føroyar ígjøgnum stórar broytingar. Rationaliseringar bæði innan privata og almenna virksemið. Handaliga er og verður brúk fyri nógv færri fólkum í frumvinnuni at gera sama arbeiði, sum nú verður tøkniliga avgreitt.

Hetta nýtist ikki at gera, at tað almenna verður sentraliserað soleiðis, at alt liggur á geografiskt sama staði.

Í fjør bað Vinnulívsráðið, grannskoðarafelagið NUMO, gera eina kanning, sum var goldin av vinnulívsfyritøkum í Klaksvík, fyri at staðfesta veruleikan, hvar almennu stovnarnir eru staðfestir. Henda kanning varð gjørd fyri at fáa ein betri neyvleika. Neyðugt er at styrkja føroysku økini, tað er eitt sunt samfelag, sum hevur eina breidd við sterkum geografiskum økjum, sum er orkugevandi fyri landið samfelt, samstundis sum økini verða styrkt í meiri búskaparligum støðugfesti.  

Hendan kanningin, sum Rættarnevndin eisini fekk høvi at viðgera í samband við tingmálið nr. 55/2016 “Uppskot til samtyktar um almennar stovnar kring landið”, sum tríggir Eysturoyartingmenn løgdu fyri.


Gevandi átøk og veruligar staðfestingar

Fari fyribils, at koma við onkrum dømum. Málsetningurin í kanningini var greiður. Mong hava fingið hana útflýggjaða:

At føroyska samfelagið skal mest møguligt vera  í javnvág.

At økini kring landið í mest møguligan mun kunnu standa ímóti sveiggjum.

At tað skal vera lætt bæði hjá kvinnum og monnum at finna passandi starv.

At tað skulu vera góðir útbúgvingar møguleikar kring alt landið.

At góð vitanarspjaðing er í øllum økjum landsins.

At samvirkan skal vera millum almennar eindir, borgaran og vinnuna kring alt landið.

At eindirnar skulu hava møguleika at útvega skikkaða arbeiðsmegi.

Kanningin vísir neyvt, tað sum hevur verið hildið, samanumtikið, m.a.:

81% av Landsstovnum liggja í Suðurstreymoy.

19% av Útflutningsfyritøkum liggja í Suðurstreymoy.

11% av Fólkinum pendla úr Tórshavn.

63% av Fólkinum pendla til Havnar.

Kanningin vísir víðari úrslit m.a.:

At í Noregi er multiplikatorvirkningurin at vera 1,2-1,4 og í Bretlandi 1,5.

At Búskaparliga skapar hetta dynamikk og vøkstur í regiónunum sambært kanningum í Bretlandi. Ávirkanin er sera miðsavnað rundanum staðsetingina av nýggju almennu arbeiðsplássunum.

Kanningin vísir so nógv annað áhguavert, sum eg seinni skal koma inn á, sum tænir einum samfelagi sum Føroyum og sum vil fram í dynamikki.


Neyðugt við broyting

Annað er so, at seinastu árini hava økini úti um landið mist nógv, og koma framvegis at missa, um ikki bæði landspolitikarar og bygda- og býráðspolitikarar samfeldir síggja vandan og gera nakað við tað.

Vit síggja í dag vandamikla kostnaðarmunin í høvuðsstaðnum og úti um landið. Hetta er ein ósunn gongd og fer at versna, verður onki gjørt. Eisini kann leggjast afturat, at tænastuvinnur, so sum bygging, skipasmíð, handilsskapur og aðrar avleiddar vinnur fána úti um landið, um onki verður gjørt. Vinnan er samfelagsins grundarlag!

Sum sagt, harmiligt er at lesa “upprópið” frá meirilutanum í Tórshavnar býráði. Tann sum bara fylgir við í evarka lítlan mun veit, at: “Ongin ágangur er á Havnina  - møguliga heldur á økini úti um landið”, um talan er um ágang. Neyðugt er við eini broyting! Havnin hevur onki at ræðast!

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður