Jóhannes: Drotningin svaraði aftur á føroyskum

2016-06-14 17:47 Author image
Sigmund Vang

Spurdur, um Jóhannes fekk sagt nakað við drotningina, svarar hann, at hann fekk sagt góðan dag, og at drotningin beyð honum góðan dag aftur á føroyskum.

90 ára gamli Jóhannes hevði hongt riddarakross sín upp á bringuna, nú drotningin vitjaði. Krossin fekk hann á sinni í sambandi við, at hann var stjóri á Telegrafstøðini.

- Tá var tað so, at allir stjórarnir á Telegrafstøðini fingu riddarakross, sigur Jóhannes lítillátin.

Jóhannes Rubeksen er sera væl fyri. Inntil fyri kortum sást hann koyra í bili sínum runt Havnina og aðrastaðni, men nú er tað so steðgað.

- Nú eri eg blivin 90 ár, og tað er eitt sindur strævið at skula upp til koyriroynd i heilum, so nú havi eg latið kortið inn, sigur hann.

placeholder

Meira langlesnaður