Poul Michelsen: Eg havi ringar royndir av John Rajani

2016-06-04 08:00 Author image
Sigmund Vang

Landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum hevur gjørt sína ávirkan galdandi og hevur fingið løgmann Aksel V. Johannesen til at søkja eftir aðalstjóra av nýggjum.

Í skrivi, sum Kringvarp Føroya hevur fingið innlit í, sæst at Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, hevur nógv at finnast at, nú John Rajani varð innstillaður sum nummar eitt til starvið. Millum annað sigur Poul Michelsen, at hann persónliga ikki hevur havt góðar royndir av John Rajani. Orðingin ljóðar soleiðis:

”Tað samstarv, ið eg sum stjóri í egnum virki, havi havt við viðkomandi, er eisini avgerandi fyri niðurstøðu mína”. Ein niðurstøða, sum altso er, at Poul Michelsen ikki vil hava John Rajani sum aðalstjóra.

Mer tað eru ikki bara persónligu royndirnar hjá Poul Michelsen, sum spæla inn. Tað snýr seg eisini um gegnið í stórum pørtum av føroyska vinnulívinum.

- John Rajani er ógegnigur at viðgera alt aliøkið, alt teleøkið og partar av bankaøkinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum í skrivinum.

Orsøkin til, at John Rajani hevur hesar gegnistrupulleikar, skal vera tí, at svágrar hansara ávikavist eru nevndarformaður í Bakkafrost og stjóri á Føroya Tele, eins og syskinnabarn John er stjóri og høvuðspartaeigari í Bakkafrosti. Harafturat verður víst á, at John Rajani til fyri kortum hevur verið bankastjóri hjá Bank Nordik, har hann millum annað umsat vinnumál

Kvf-Innslag um gegnið hjá John Rajani sæt HER

John Rajani svarar aftur, og sigur at hann skilur ikki at slíkt fer fram í einum rættarsamfelag. Hann kann ikki góðtaka tær grundgevingar, sum landsstýrismaðurin førir fram, og sigur, at hann kundi tað sama verið vrakaður fyri sín húðalit.

- So kundi mann akkurát tað sama sagt, at John er hálvur indari, og vit seta ikki hálvar indarar, sigur John Rajani við Kvf.

John Rajani innslagið hjá Kvf sæst HER

 

  

 

 

placeholder

Meira langlesnaður