Johnny í Grótinum nýggjur kringvarpsstjóri

Johnny í Grótinum nýggjur kringvarpsstjóri

2017-05-31 09:18 Author image
Leif Láadal

Kringvarpsstýrið hevur avgjørt at seta Johnny í Grótinum sum stjóra komandi fimm árini. Tað skrivar Kringvarpið sjálvt á heimasíðu síni og vísir til tíðandaskriv frá stýrinum.

Johnny í Grótinum tekur við starvinum frá 1. september 2017.

Johnny í Grótinum er 41 ára gamal, útbúgvin cand.polit á Københavns Universitet og hevur leiðsluútbúgving frá Henley Business School svarandi til diplomstøði. Hann hevur síðstu tvey árini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Nýggi stjórin í Kringvarpinum hevur fjølbroyttar royndir í donskum og føroyskum fíggjarstovni sum ráðgevi og leiðari. Hann hevur starvast eitt skifti á Hagstovu Føroya og verið formaður í Búðskaparráðnum.

placeholder

Meira langlesnaður