Jólamerkjagrunnurin latið KFUM 350.000 kr

Jólamerkjagrunnurin latið KFUM 350.000 kr

2017-11-25 12:06 Author image
Innsent

Fyri viku síðani varð kunngjørt, at Jólamerkjagrunnurin lat felagsskapinum KRIS stóran stuðul. Nú kann grunnurin boða frá at kr. 350.000,- verða latnar skótaliði KFUM ́s í stuðli.

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung. Jólamerkjagrunnurin hevur gjørt av at lata skótaliði KFUM ́s stuðul í ár.

Skótaliðið er farið undir eina verkætlan í Havnardali, har skótasmátta er bygd, og farið verður undir at gera stórt tjaldingarøki. Eisini verður eitt legubálpláss gjørt og bróðurparturin av arbeiðnum verður gjørt sjálvboðið.

Skótarnir hava longu sera stóra gleði av nýggju skótasmáttuni. Næsta stig er at planera tjaldingarøkið, og hetta arbeiðið er kostnaðarmikið, tí sera nógv grót skal fáast úr Hundsarabotni til Havnardal.

Skótalið KFUM ́s ella grønu skótarnir er virkin og týdningarmikil felagskapur fyri føroysk børn og ung, og hevur verið við at menta mangan føroyingin. Jólamerkjagrunnurin tekur undir við samfelagsgagnligu verkætlanunum hjá KFUM, og tær sampakka sera væl við endamálið hjá Jólamerkjagrunninum. Hetta er orsøkin til, at grunnurin gjørdi av at veita skótaliði KFUM ́s kr. 350.000,- í stuðli.

Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Elin P. Andreasen sniðgivið jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.

Jólamerkjagrunnurin ynskir skótaliði KFUM ́s góða eydnu við verkætlanunum. Í Jólamerkjagrunninum eru:
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevndarlimur

Fróði Joensen, barnalækni, nevndarlimur 

placeholder

Meira langlesnaður