Jólamerkjagrunnurin letur KRIS 200.000 kr.

Jólamerkjagrunnurin letur KRIS 200.000 kr.

2017-11-17 10:20 Author image
Innsent

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur KRIS fingið stuðul áljóðandi kr. 200.000.

Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung. Jólamerkjagrunnurin hevur gjørt av at lata KRIS stuðul í ár.

KRIS er sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí seksuelt misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi.

Stuðulsupphæddin verður nýtt til at umseta og geva út upplýsandi tilfar til m.a. dagstovnar og skúlar. KRIS fer at umseta og geva út fýra fakheftir um kynsligan ágang á børn og ung, og umseta og geva út tvær myndabøkur.

Hesar samfelagsgagnligu verkætlanir sampakka sera væl við endamálið hjá Jólamerkjagrunninum, og er hetta orsøkin til, at grunnurin gjørdi av at veita KRIS peningaligan stuðul.

Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Elin P. Andreasen sniðgivið jólamerkini.

Jólamerkjagrunnurin ynskir KRIS góða eydnu við verkætlanunum. Í Jólamerkjagrunninum eru Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, sum er formaður,
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum og Fróði Joensen, barnalækni.

placeholder

Meira langlesnaður