Jólini háárstíð fyri innbrotum í Danmark

Jólini háárstíð fyri innbrotum í Danmark

2017-12-24 13:06 Author image
Georg L. Petersen

Hóast talið av innbrotum um jólini er fallið munandi seinastu árini, so er stígur komin í fallið.

Sambært JyllandsPosten vórðu 335 innbrot fráboðaði frá 20. desember til í morgun, jólaaftan, og tað er nakað tað sama sum í fjør. Av hesum vórðu 101 innbrot skrásett 23. desember.

- Árini kunnu ikki heilt samanberast, tí halgidagarnir fella ymiskt. Men alt bendir á, at talið av innbrotum fer at liggja á sama støði í ár sum í fjør, sigur Lars Mortensen, varapolitiinspektørur, við JyllandsPosten.

38.257 innbrot vórðu skrásett fyrstu níggju mánaðirnar í ár í Danmark, samanborið við 43.165 somu mánaðir í fjør. Hetta fallið tykist tó ikki hava ávirkað jólini.

placeholder

Meira langlesnaður