Jon Hestoy varaforseti í ÍSF

2016-05-24 12:55 Author image
Dimma

- Hetta var ein góður og positivur fundur. Nógv umráðandi mál og avbjóðingar standa fyri framman, og fer starvsnevndin til verka við áræði.

Soleiðis ljóðar fráboðanin frá nýggju nevndini í ÍSF, sum nú fer til verka at finna eitt felags stevn aftur í Ítróttarsamband Føroya.

Sum kunnugt varð nýggj nevnd vald seinast vikuskiftið, eftir at øll tann gamla nevndin legði frá sær.

Elin H. Joensen varð vald beinleiðis til forseta, og eftir fyrsta fundin hevur starvsnevndin skipað seg við Jon Hestoy sum varaforseta. Hini í nevndini eru John Kjær, Sigurd Rasmusssen og Schandorff Vang.

placeholder

Meira langlesnaður