Drotningavitjanin: Ætlaði at nerta við kjólan hjá drotningini

2016-06-14 16:00 Author image
Sigmund Vang

- Okkurt árið havi eg verið uttanlands, tá tey hava vitjað, men eg havi verið og heilsað upp á tey og vinka tær flestu ferðirnar, sigur Jonna Olsen.

Tað var serliga spennandi fyrstu ferð Jonna sá tey kongaligu. Tað var í 1948, tá Fríðrikur kongur og Ingrid drotning vitjaðu. Pápi Jonnu tók hana og syskinnabarnið Lisbeth L. Petersen við oman á kaiina, og aftur um kvøldið, tá drotningin skuldi til døgurða í Klubbanum, fóru tey at hyggja.

- Lisbeth var so hugtikin av fína kjólanum hjá Ingrid drotning og segði at hon mátti fara yvir at nerta við drotningina. Men tað slapp hon ikki. Eg minnist eg segði við hana, at so kom politiið eftir henni, fortelur Jonna.

Upplivingin í 1948 setti seg somikið fast, at Jonna síðani hevur verið eitt slag av fjeppara, tá tað snýr seg um tey kongaligu. Hon fylgir væl við, og ikki bara tí, sum hendir í tí danska kongshúsinum.

- Eg sat nógvar tímar nú hendan dagin og fylgdi við, tá sent varð frá 90 ára degnum hjá bretsku drotningini, fortelur Jonna.

placeholder

Meira langlesnaður