Super-agenturin við heimsins bestu spælarum

2015-07-10 00:00 Author image
Simona Midjord

Í 2002 keypti Newcastle United 19 ára gamla portugisiska miðvallaran Hugo Viana frá Sporting Lissabon fyri 12 milliónir evrur. Viana var tá roknaður sum ein av evnaríkastu ungu spælarum í Portugal, men í Newcastle megnaði hann ikki at liva upp til stóru vónirnar. Eftir tvey ár og 39 dystir á Tyneside varð hann leigaður út aftur til Sporting, og árið eftir varð hann seldur til Valencia og lýstur sum eitt flopp.

Hugo Viana varð skjótt gloymdur í Onglandi, men kortini var nakað serstakt við hesum keypinum hjá Newcastle. Viana var nevniliga fyrsti stóri spælarahandilin, sum portugisiski spælaraumboðsmaðurin Jorge Mendes stóð fyri.

Í dag er Jorge Mendes ivaleyst máttmiklasti spælaraumboðsmaður í fótbóltsheiminum, og hann hevur fleiri av heimsins allarbestu spælarum undir sínum veingjum – Cristiano Ronaldo, Sergio Agüero, Angel di María, James Rodríguez, Radamel Falcao og Diego Costa eru bara nakrir av spælarunum, sum líta á Mendes, tá teir skulu samráðast um lønir og sáttmálar.

 

Byrjaði á eini barr

Á ungum árum royndi Jorge Mendes seg sjálvur sum fótbóltsspælari. Men tað eydnaðist honum ongantíð at fáa sáttmála við nakað felag í heimlandinum Portugal, og í staðin arbeiddi hann sum plátuvendari og fekk seinni sín egna náttklubba.

Hann bleiv væl við fleiri fótbóltsspælarar, og skjótt bleiv hann umboðsmaður hjá fleiri av teimum. Ein av hesum var málmaðurin Nuno, sum spældi við Vitoria Guimarães, og sum Mendes møtti á eini barr. Í 1996 varð Nuno seldur til Deportivo La Coruña, og so hevði Jorge Mendes staðið fyri sínum fyrsta spælarahandli. Hetta sama árið hevði hann stovnað fyritøkuna GestiFute, ið virkaði sum agentfyritøka hjá fótbóltsspælarum.

So líðandi komu fleiri spælarar í “stallin” hjá Mendes. Hann gjørdi nógv burtur úr at fara á fótbóltsskúlar og vitja ungdómslið og har finna teir evnaríkastu spælararnar á heilt ungum aldri.

Ein av hesum var Cristiano Ronaldo, ið sum 12 ára gamal var farin av Madeira inn á portugisiska meginlandið, har hann bleiv partur av ungdómsdeildini hjá Sporting Lissabon. Fimm ár seinni bleiv Jorge Mendes umboðsmaður hjá Ronaldo, og tá Sporting árið eftir, í 2003, spældi ein venjingardyst móti Manchester United, var Ronaldo so góður, at Manchester United vildi hava hann alt fyri eitt. Enska felagið mátti rinda 12 milliónir pund, sum – hóast eyðsýndu evnini – ikki var so lítið fyri ein bert 18 ára gamlan spælara. Jorge Mendes stóð fyri handlinum, sum saman við Viana-søluni árið fyri gav honum fótafestið í Onglandi.

Hetta sama árið var Mendes eisini millummaður, tá Barcelona keypti Ricardo Quaresma frá Sporting.

 

Trolaði á stongdum øki

Jorge Mendes brúkti allar listir fyri at vinna seg fram sum spælaraumboðsmaður. Aðrir umboðsmenn funnust at honum og ákærdu hann fyri at “stjala” spælarar frá teimum við sínum ágangandi taktikki. Tað sigst, at Mendes og José Veiga, sum var umboðsmaður hjá Luis Figo, meir ella minni fóru til hendurs í eini floghavn, tí Veiga helt, at Mendes var úti eftir Figo. Hvussu var og ikki, so yvirhálaði Mendes skjótt Veiga sum fremsti umboðsmaður hjá spælarum í teimum trimum stóru feløgunum í Portugal.

Í 2004 vann FC Porto Champions League, og av tí sama fingu stór evropeisk feløg eyguni upp fyri fleiri av spælarunum hjá Porto. Eisini venjarin José Mourinho fekk eina høga stjørnu í fótbóltsumhvørvinum eftir óvæntaða Champions League-sigurin.

Mourinho hevði ein umboðsmann, José Baidek, men tá Chelsea vísti áhuga fyri at fáa Mourinho til London, var tað Mendes, sum samráddist hansara vegna.

Skiftið hjá Mourinho var tað, sum veruliga gjørdi Mendes til ein týðandi persón í evropeiskum fótbólti. Hann fekk eitt gott samstarv í lag við Chelsea, og umframt Mourinho syrgdi hann fyri, at tríggir portugisiskir spælarar eisini komu til Chelsea hetta sama árið: Ricardo Carvalho, Paulo Ferreira og Tiago.

 

Øll vilja hava sítt

Umframt Chelsea hevði Mendes eisini gott samstarv við Manchester United, sum í 2003 hevði keypt Cristiano Ronaldo gjøgnum GestiFute. Tá hevði United-venjarin Alex Ferguson sagt, at Mendes var ein av frægastu umboðsmonnum, hann hevði arbeitt saman við, og góða sambandið sást eisini aftur í 2007, tá United keypti Luis Nani frá Sporting og Anderson da Silva frá Porto.

Manchester United rindaði tilsamans 46 mió. pund fyri teir báðar spælararnar, men eisini hesa ferð vóru skuldsetingar um, at Mendes hevði trolað inni á stongdum øki. Nani hevði longu ein umboðsmann, Ana Almeida, men í 2005 skifti hann Almeida út við Mendes, og tá Manchester United so keypti spælaran, var tað Mendes, sum fór avstað við peningaliga vinninginum, sum umboðsmaðurin altíð skal hava burturav.

Tá Mendes í 2006 bleiv spurdur um trætuna við Almeida, segði hann, at “tað eru fólk, sum hava gjørt sáttmála við spælarar og so bara bíða eftir, at ein Jorge Mendes kemur framvið og selir hann til eitt stórt felag. Tey vilja vera partur av handlinum uttan nakrantíð at hava gjørt nakað fyri at gera handilin til veruleika.” Við hesum róði Mendes framundir, at øll vilja hava part av køkuni, men tað eru verri enn so øll, sum duga at baka hana.

 

Heimsmet

Tey næstu árini bleiv tað alsamt vanligari at síggja Mendes øðrumegin samráðingarborðið, tá tey stóru feløgini skuldu samráðast um spælarar. Í 2008 var hann millummaður, tá Chelsea keypti Deco frá Barcelona, og hetta sama árið bleiv Luiz Felipe Scolari venjari hjá Chelsea, har hann avloysti José Mourinho, ið var farin til Inter. Mendes var umboðsmaður hjá báðum venjarunum.

Í 2009 stóð Jorge Mendes fyri at gera Cristiano Ronaldo til heimsins dýrasta fótbóltsspælara, tá Real Madrid keypti hann frá Manchester United fyri 80 milliónir pund. Árið eftir var tað eisini Mendes, ið fekk Mourinho í venjarasessin hjá Real Madrid, sum eisini keypti Angel di María frá Benfica fyri 21 milliónir pund.

 

Bébé

Í 2010 var Jorge Mendes eisini millummaður í einum margháttligum spælarahandli, tá Manchester United keypti rættiliga ókenda spælaran Bébé frá Vitória Guimarães. Bébé spældi sum hálvprofessionellur við Estrela Amadora í triðbestu portugisisku deildini, men tá felagið ikki megnaði at rinda honum løn, bleiv sáttmálin strikaður. Í juli hetta árið eydnaðist tað umboðsmanninum hjá honum, Gonçalo Reis, at fáa Bébé ein sáttmála við Vitória, sum spældi í bestu deildini.

Tað sá út til, at Reis hevði gjørt eitt gott arbeiði, men 9. august – bert fáar vikur seinni – fekk hann eitt bræv, dagfest 5. august, frá Bébé við boðunum um, at hann hevði fingið sekkin sum hansara umboðsmaður. Og bert tveir dagar seinni, 11. august, brast bumban, tá tað kom fram, at Manchester United hevði keypt Bébé fyri 9 milliónir evrur.

Miðlar eins væl og fjepparar vóru ørkymlaðir, tí eingin hevði hoyrt nakað um hendan Bébé, sum upp á fáar vikur var farin frá einum 3. deildarfelagi í Portugal til eitt av heimsins størstu fótbóltsfeløgum.

United-venjarin Alex Ferguson viðgekk eisini, at hann als ikki hevði sæð Bébé spælt, áðrenn hann bleiv keyptur. Ferguson hevði fingið Bébé viðmæltan frá sínum fyrrverandi hjálparvenjara Carlos Queiroz, sum nú var landsliðsvenjari hjá Portugal. Umboðsmaður hjá Queiroz var eisini Jorge Mendes.

Spælarahandilin sá so ullintur út, at portugisiska korrupsjónspolitiið fór at kanna málið. Á aðalfundinum hjá Vitória kom fram, at av teimum 9 milliónum evrunum, sum United rindaði fyri Bébé, hevði Mendes fingið 3,6 milliónir. Seinni kom eisini fram, at Mendes hevði keypt tey 30 prosentini av peningaligu rættindunum, sum Bébé sjálvur átti, frá spælaranum fyri 100.000 evrur. Mett varð, at 2,7 av teimum 3,6 milliónunum, sum Mendes fekk, komu frá hesum rættindunum.

Samanumtikið ein góð forrætning hjá Vitória og hjá Mendes og fyri sovítt eisini hjá Bébé, sum – hóast hann ivaleyst kundi fingið meira burtur av keypsprísinum – nú kom til eitt risastórt felag og fór frá at fáa 120.000 krónur um árið í Estrela Amadora til at fáa 120.000 krónur um vikuna í Manchester United. Hinvegin ein meira ivasom forrætning hjá Manchester United, har Bébé ongantíð gjørdi nakrar veruligar skreytir og bert byrjaði inni á besta liðnum í tveimum dystum, áðrenn hann varð seldur víðari í 2014. Men størsti taparin var Gonçalo Reis, sum í 2012 kærdi málið til FIFA. Eingin úrskurður er nakrantíð gjørdur í málinum, og portugisiska løgreglan kom ongantíð longri enn til at kanna málið.

 

Milliónir skifta hendur

Síðani tá eru upphæddirnar, sum Jorge Mendes hevur keypt og selt spælarar fyri, bara vorðnar størri og størri (eitt yvirlit sæst aðrastaðni á hesum síðunum).

Í dag er Jorge Mendes ein av máttmiklastu monnum yvirhøvur í altjóða fótbólti. Í fjør var hann partur av fýra av teimum sjey størstu spælarahandlunum tað árið, og tað er alt annað enn ósannlíkt, at hann eisini verður við í onkrum av størstu handlum hetta summarið. Millum annað er Mendes umboðsmaður hjá málmanninum David De Gea, sum tykist vera á veg úr Manchester United til Real Madrid, og hann er eisini umboðsmaður hjá Radamel Falcao, sum var eitt vónbrot sum leigusveinur hjá Manchester United í fjør, men sum kortini hevur fingið eina nýggja leiguavtalu við Chelsea í ár.

Og sjálvt um Hugo Viana bleiv eitt flopp í Newcastle, kann hann ugga seg við, at tað var hann, sum læt ensku dyrnar upp fyri Jorge Mendes og slóðaði fyri, at Cristiano Ronaldo, Nani, José Mourinho, Diego Costa, Radamel Falcao, Angel di María og aðrir komu til Premier League.

 

Keldur:

The Guardian

The Daily Mail 

 

FAKTA

Jorge Paulo Agostino Mendes

Føddur 7. januar 1966 í Lissabon

FIFA-umboðsmaður, stovnaði GestiFute í 1996

Valdur av Globe Soccer til besta spælaraumboðsmann í 2010, 2011, 2012, 2013 og 2014

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður