- Eg misti ikki bara beiggja mín, men mín besta vinmann

2017-03-24 19:06 Author image
Sigmund Vang

Nærum øll vita hvør Jørgen slaktari í Milkagarði er. Hann hevur - um nakar - syrgt fyri, at føroyingar hava kunnað fingið fatur á fyrsta floks kjøti og øllum møguligum øðrum matvørum seinastu 40 árini. Men hvør er hann? Hvaðani stavar hann? Hvar er hann uppvaksin. Hví endaði hann í Føroyum, og hví fall hann so væl til her?  

Dimmalætting hevur tosað við Jørgen Jørgensen, sum í ár kann staðfesta, at tað, sum skuldi blíva til tvey ár í Føroyum, nú er vorðið til 40.

Her er eitt brot úr greinini í blaðnum Dimmalætting, sum er í sølubúðunum:

"Áðrenn SMS lat upp, var beiggi Jørgen, Henning, og vitjaði. Hann hevði siglt sum kokkur við fraktskipi, men hevði hug at fara upp á land at arbeiða eina tíð. Tað endaði við, at hann segði upp hjá ØK og fór at arbeiða saman við beiggjanum í SMS frá byrjan.

- Henning segði við meg, at hann kundi koma at hjálpa mær einar tríggjar mánaðir, men so fór hann altso aftur til Danmarkar, fortelur Jørgen.

Men so bleiv ikki. Henning fall líka væl til í Føroyum sum beiggin, og teir báðir blivu ein býarmynd – bæði í Miklagarði, sum "Superland" broytti navn til, og í býnum. Fryntligu og fyrikomandi beiggjarnir vóru altíð í góðum lag, og mangan sóust teir standa og práta og flenna saman við fólki.

Men eina summarnátt í 1984 broyttist alt. Tað var ólavsøka, og eldur kom í húsini á Dalavegnum, har Henning búði, og hann brendi inni. Hann bleiv 30 ára gamal.

- Eg misti ikki bara ein beiggja, men eisini mín allarbesta vinmann, fortelur Jørgen og steðgar á."

  

  

placeholder

Meira langlesnaður