ES-formaður: Út er út!

2016-06-22 16:04 Author image
Dimma

Tað staðfestir formaðurin fyri ES-kommisjónini, Jean-Claude Juncker, í dag.

- Bretskir veljarar skulu vita, at tað verður ikki nøkur endursamráðing, sigur ES-formaðurin mikudagin við ávísing til ta avtaluna, sum hini ES-londini gjørdu í februar við bretska forsætisráðharran, David Cameron.

Stóra Bretland hevur millum annað fingið lovað nakrar lagalagari treytir.

- Vit hava gjørt eina avtalu við forsætisráðharran David Cameron. Hann fekk tað mesta, hann kundi fáa. Vit fara ikki at samráðast av nýggjum. Út er út, sigur Juncker.

Hetta líkist tí, sum millum onnur eisini Cameron sjálvur hevur boðað frá seinatu dagarnar. Endamálið kann vera at leggja trýst á veljararnar. Spurningurin er, hvussu skilagott tað er.

Veljarakanningarnar hava síðstu vikuna verið ógvuliga javnar, við einum lítlum fyrimuni til tey, sum vilja úr ES. Ein veljarakanning í gjár vísti, at 45 prosent eru fyri, at Bretland fer úr, 44 prosent vilja vera verandi.

Valhølini lata upp klokkan 7 í morgin ári. Roknast kann við, at úrslitini eru greið móti morgni fríggjadagin.

placeholder

Meira langlesnaður