Kalpana Vijayavarathan vart ph.d.-ritgerð

Mynd: Granskingarráðið

Kalpana Vijayavarathan vart ph.d.-ritgerð

2017-11-19 10:38 Author image
Innsent

Hvat er ein góður lærari? Hendan spurningin hevur Mentamálaráðið nýliga sett fram í einum stuttfilmi í sambandi við ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarum í Føroyum. Fríggjadagin 17 november kom Kalpana Vijayavarathan við áhugaverdum íkøstum til at svara hesum spurningi á økinum, sum hon hevur granskað farnu 3 árini, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni. 

Kalpana Vijayavarathan vardi ph.d.-ritgerð sína frammanfyri eini fittari fjøld av fólki í høllini á Námsvísindadeildini. Her vóru serliga familja og vinir, starvsfelagar frá Námsvísindadeildini og øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi starvsfelagar og lærarar ymsa staðni frá. Tey upplivdu eina drúgva og gjølliga verju, sum í eins stóran mun var ein faklig samrøða sum ein próvtøka.   


Kelda og lesið meira HER



placeholder

Meira langlesnaður