Brexit skal útgreinast fyri Føroyar

2016-06-28 10:42 Author image
Dimma

Eingin kennir avleiðingarnar, sum Brexit fær fyri Føroyar. Tí hevur landsstýrið avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, sum skal fylgja gongdini og greina, hvørjar avleiðingar tað fær fyri Føroyar, at Bretland atkvøddi seg úr Evropasamveldinum á fólkaatkvøðu seinasta hósdagur

- Nógvir ósvaraðir spurningar eru í mun til hvørjar avleiðingar Brexit fær fyri Føroyar innan handil, fiskivinnu og onnur øki. Tørvur er tí á, at landsstýrið fylgir gongdini væl og ger neyðugu greiningar, so vit hava haldgott grundarlag at taka stig fyri at tryggja føroysk áhugamál, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Arbeiðsbólkurin verður mannaður við embætisfólki úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og sendimanni Føroya í London. Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir og samskipar arbeiðið.

Aksel Johannesen, løgmaður, heldur tað vera trupult at siga heilt ítøkiliga, hvussu úrslitið fer at ávirka okkum í Føroyum, tá so stór óvissa valdar.

- Tað er hugsandi, at okkara viðurskifti við Stórabretland á handils- og  fiskivinnuøkinum kunnu broytast, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað er nógv, ið bendir á, at tað kann taka nøkur ár, áðrenn Stórabretland formliga tekur seg úr ES. So leingi Stórabretland er partur av ES, verða okkara formligu viðurskiftini óbroytt.

- Landsstýrið og sendistova Føroya í London fylgja væl við gongdini. Stórabretland er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og málið er sjálvsagt, at vit framhaldandi fara at hava gott handils- og fiskivinnusamstarv við Stórabretland, vísir løgmaður á.

placeholder

Meira langlesnaður