Kannað korallir undir Føroyum

Magnus Heinason. Mynd: Jens Kr. Vang

Kannað korallir undir Føroyum

2017-06-28 02:48 Author image
Leif Láadal

Magnus Heinason gjørdi í juni ein túr, har botnurin varð filmaður. Endamálið var at finna korallir undir Føroyum. Hetta var í sambandi við eina norðurlendska verkætlan um viðbreknar leiðir. Av teimum 53 upptøkunum vórðu korallir sæddar á fimm upptøkum. Hetta var norðanvert Suðuroyarbanka, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Sokallaður ostabotnur varð sæddur á 19 støðum. Væntandi høvdu fleiri korallir verið sæddar, um kaðalin hevði verið longri. Upptøkurnar vóru somikið góðar, at til bar at síggja fisk og smálutir á botni. Botnurin var sum heild reinur, tó at gamal línureiðskapur varð sæddur viðhvørt.

Kelda: Hav.fo

placeholder

Meira langlesnaður