Instagramkapping: Til Portugal við landsliðnum

2016-09-06 10:44 Author image
Sigmund Vang

Fótbóltur: Í kvøld klokkan 19:45 verður HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Ungarn á Tórsvølli. Í hesum sambandi skipar FSF fyri Instagramkapping.

Øll tey, ið taka eina mynd til dystin, og síðani leggja hana á instagram við frámerkinum #førung, eru við í kappingini um tveir ferðaseðlar frá Atlantic Airways til Lissabon í Portugal. Tað boðar Fórbóltsambandið frá í dag.

Vinnarin verður kunngjørdur á Facebook- og Instagramsíðunum hjá Fótbóltssambandinum (FSF) mikudagin 7. september.

placeholder

Meira langlesnaður