Kappingareftirlitið: Oljufeløgini hava ov stóran vinning í Føroyum

2016-06-17 10:42 Author image
Dimma

Vinningurin á diesel og gassolju tykist vera ov høgur í Føroyum.

Tað staðfestir Kappingareftirlitið, sum hevur gjørt eina nýggja kanning um føroyska oljumarknaðin.

Kappingareftirlitið hevur tíðindafund nú fyrrapartin, har nýggja kanningin verður gjøgnumgingin.

Kappingareftirlitið vísir á, at prísgongdin á broyttist eftir, at feløgini vóru seld. Shell Danmark og Norsk Statoil valdu í 2007 og 2008 at selja síni dótturfeløg í Føroyum úr samtakinum. Statoil Føroyar var selt føroyskum íløgufeløgum og broytti navn til Effo, og Føroya Shell var selt íslendskum felag og broytti navn til Magn.

- Prísgongdin broyttist eftir, at feløgini vóru seld. Bruttovinningurin er øktur munandi, go ein roknskaparlig greining av avkastinum vísir, at avkastið er hækkað munandi, síðan feløgini vóru seld, og at avkastið eisini er hægri enn hjá líknandi norðurlendskum feløgum, staðfestir Kappingareftirlitið í frágreiðingini.

Kappingareftirlitið metir, at neyðugt er at gera átøk, sum varandi broyta kappingina á føroyska oljumarknaðinum. Truplleikin á marknaðinum er, at bert tvey oljufeløg eru, og tey hava verið á marknaðinum í 100 ár. Loysnin er at stimbra kappingina við, at nýggj feløg koma inn á marknaðin, men til hetta krevst, at tað verður lættari at fáa atgongd til marknaðin.

Tíðindafundur er um nýggju kanningina beint nú, og meira verður at frætta um málið seinni.

placeholder

Meira langlesnaður