Katrin og Alda hava kaffistovu í Dúvugørðum

Katrin og Alda hava kaffistovu í Dúvugørðum

2017-06-21 11:51 Author image
Leif Láadal

Hósdagin í farnu viku lat nýggj kaffistova upp í Dúvugørðum í Saksun. Í fyrstu syftu verður opið allar dagar frá 14.00-17.00, og annars eftir avtalu, upplýsir Sunda kommuna á heimasíðu síni.

Tað eru Katrin Dalsgaard Nolsøe og Alda Magnussen, sum hava tikið stig til kaffistovuna. Ætlanin er, at selja kaffi, te, køkur og so møguliga okkurt smávegis ábit, har dentur verður lagdur á at nýta vørur úr nærumhvørvinum, siga tær.

Afturat hesum vera smærri konsertir og tiltøk í hølunum. Um mánaðarskiftið verður skipað fyri hugnakvøldi. 

Umframt kafe virksemi er eisini søluframsýning av málningum, myndum og heimavirkið, ið seta dám á kaffistovuna.

Kelda: sunda.fo

placeholder

Meira langlesnaður