Við íblástri frá sponsku tapas-siðvenjuni

2017-03-22 13:52 Author image
Sigmund Vang

Jú jú, har verður bæði turkað sponsk skinka og fleiri sløg av oliven, eins og serstakir ostar og ymiskt annað úr suðurevropa. Men tá tað er sagt, so verður tað fyrst og fremst úr føroyska nærumhvørvinum, at rávørurnar skulu finnast. Tað upplýsir høvuðskokkurin á nýggju matstovuni Katrina Christiansen, Jóhan Joensen, sum er spentur at koma í gong um mánaðarskiftið.


Fleiri smærri rættir

Tapas-matmentanin byggir á eina siðvenju, har fólk eta nógvar smærri rættir, heldur enn ein forrætt og ein stóran høvuðsrætt. Eisini er vanligt at sita leingi við borðið og so ikki bíleggja alt í senn, men heldur eta eitt sindur, práta eitt sindur, og so aftur bíleggja sær eitt sindur.

- Vit vóna, at fólk fara taka hendan meiri óformella matsið til sín, sigur Jóhan Joensen.

Hølini hjá hjá Katrinu Christiansen eru innrættað á tann hátt, at eitt størri høli er inn frá vegnum, har fitt av fólki kann sessast, men so eru fleiri smærri rúm bæði upp- og niðureftir.

- Tað verður so, at fólk, sum ætla at eta nógv og sita leingi, ivaleyst fara at velja at sessast í veghæddini, har tað verður serverað við borðini. Hevur tú hinvegin ikki tørv á so nógvum mati, kanst tú taka ein lítlan rætt og okkurt at drekka við tær uppeftir ella niðureftir, og so koma eftir meira, um tørvur er á tí, fortelur Jóhan.


Spanskur kokkur

Í løtuni er ein spanskur kokkur, sum Jóhan kennir, og arbeiðir í Føroyum nakrar vikur. Saman skulu Jóhan og spanski kokkurin seta saman endaligu matskránna. Við tí teknikki, sum verður brúktur í Spania, arbeiða teir við føroyskum fiski, skejladjórum og kjøti, og kreerað teir rættir, sum fara at verða at fáa. Millum annað trý sløg av bacalao, fortelur Jóhan. Eisini verður millum annað arbeitt við “leitiskjøti”, sum er føroyskt saltað og turkað kjøt, ið minnir um spanska turkaða skinku.


Serligt øl

Eitt er so tað, sum er etandi, men stórur dentur fer eisini at verða lagdur á tað, sum skal í gløsini. Úrvælið av víni og øli verður stórt, men eigararnir fara at leggja dent á, at tað skal kunna bera til at smakka fleiri sløg, fyri ein rímiligan prís. Eitt nú fer at bera til at keypa eitt “tasting-sett” við trimum gløsum av ymsum víni.

Umframt onnur ølsløg - bæði føroysk og útlendsk - verða eisini tvær serligar Katrinu Christiansen øl. Føroya Bjór hevur framleitt eina myrka, sum eitur William, og eina ljósa, sum eitur Katrina.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður