KÍ er nýtt oddalið

2016-05-12 20:59 Author image
Dimma

KÍ er nú á odda í Effodeildini saman við B36. Spenningurin er óvanliga stórur, og fimm lið liggja heilt jøvn í kappingini. Tað er óvanligt eftir 10 dystir.

Fult umfar varð spælt í Effodeildini í kvøld.

Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at KÍ og B36 eru púra jøvn á odda í bestu mansdeildini í fótbólti. Beint aftanfyri koma Víkingur og síðan NSÍ og HB stavn um stavn, so at kappingin eftir 10 dystir er so spennandi sum sjáldan áður.

Úrslitini í kvøld vóru hesi:

B68-Víkingur 2-2

Skála-KÍ 2-3

ÍF-NSÍ 0-2

AB-B36 2-3

TB-HB 0-0

B68 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í kvøld. Fyri dystin í kvøld hevði B68 einans skavað trý stig saman, meðan Víkingar var oddalið við 18 stigum. B68 er framvegis niðast, nú við fýra stigum, AB er beint frammanfyri við 5 stigum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður